Tey mongu í Eysturkommunu, sum fylgja Víkingi hava møguleikan at fylgja einari serligari stroyming, sum Rúni Klein Joensen og Per Martin Gregersen eru upphavsmenn til.
Beinleiðis stroymingin á Facebook var roynd til dystin millum NSÍ og Víking á eystanstevnu farna vikuskiftið, og verður leisturin uppafturtikin til dystin millum TB og Víking við Stórá í Trongisvági, sum byrjar klokkan 18.30 í kvøld. Rúni Klein Joensen brúkar eina I-phone til stroymingina.
Rúni Klein Joensen undirstrikar, at stroymingin er fyri viðhaldsfjøldina hjá Víkingi, tó so, at onnur eru hjartaliga vælkomin at hyggja og lurta. Men tað er Víkingur, og avrikini hjá Víkinga-spælarunum, sum fer undir luppin, tá stroymað verður.
Fólk, sum vilja fylgja serligu stroymingini hjá Rúna Klein Joensen finna stroymingina á facebook-bólkinum hjá Víkingi: https://www.facebook.com/Vikingurfo-163115813704830/?fref=ts