Tað eru tvey lið, ið líkjast sær sjálvum, sum í kvøld hittast í Sarpugerði.
Sammett við í Hólmanum á Eiði sunnudagin, tá ið tað endaði málleyst ímóti EB/Streymi, hevur Jóhan Petur Poulsen skift ein spælara út millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi. Nýggjur á liðnum er Arnbjørn Svensson, sum loysir Noah Mneney av á miðvøllinum.
HB avrikið varð ikki roknað at vera nakað serligt í málleysa javnleikinum ímóti B36. Kortini hevur Jonas Dan Andersen gjørt av at senda teir somu ellivu á vøllin, sum vóru tað frá fyrsta bríksli ímóti B36.
Merkisvert er tað, at René Shaki Joensen er millum teir á HB beinkinum. Flytingarvindeygað læt aftur mánadagin, og nú er greitt, at René verður í HB í hvussu so er fram til í summar, tá ið vindeygað verður opið aftur.
Víkingur – HB kl. 19.00
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Olaf Bárðarson, Sølvi Vatnhamar, Geza David Turi, Jákup Johansen – Arnbjørn Svensson, Finnur Justinussen
Á beinkinum: Sonni Højgaard, Andreas Lava Olsen, Martin Klein Joensen, Ingi Jonhardsson, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Noah Mneney, Signar á Brúnni
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Michal Przybylski, Stefan Radosavljevic, Dan í Soylu – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen
Á beinkinum: Bjarti V. Mørk, René Shaki Joensen, Mads Boe Mikkelsen, Jákup L. Thomsen, Ási Dam, Samuel Johansen Chukwudi, Áki D. Samuelsen
Venjari: Jonas Dal Andersen