Víkingur-KÍ í kvøld

Fyrsti dysturin í 9. umfari av Effodeildini verður í Gøtu í kvøld, tá KÍ kemur á vitjan.

 

Liðini bæði liggja sum ávikavist nummar trý og tvey, so talan er um eitt veruligt oddabrak.

 

Allarhelst verður Kaj Leo í Bartalsstovu við hjá heimaliðnum, hóast hann varð borin av vølli í fjórðingsfinaluni í stypakappingini móti FC Suðuroy.

 

Dysturin byrjar klokkan 19.