Tað er stórur spenningur um oddasessin í Effo-deildini. Í kvøld hevur Víkingur vunnið 3-1 á útivølli í Fuglafirði, har umstøðurnar vóru fínar at spæla fótbólt. Sigurin ber við sær, at Víkingur nú bara er eitt stig aftanfyri toppliðið KÍ.
Víkingur legði seg beinanvegin framum, tá ið Sorin Anghel - eftir langa sending úr vinstru frá Hanusi Jacobsen – og við høvdinum lyfti bóltin upp um Tórð Traðará, sum í kvøld vardi ÍF málið. Eitt stórt korter var farið, tá ið miðverjin Erling Jacobsen umsetti brotsspark til mál. Alex Troleis peikaði á brotssparksblettin, tí hann metti, at Gunnar Christiansen hevði brúkt hondina, tá ið Hans Pauli Samuelsen legði innfyri.
Brekkan varð uppaftur brattari hjá heimamonnunum stutt undan steðginum, tá ið ÍF miðvallarin Karl Løkin sá gula kortið fyri aðru ferð.
Eftir steðgin vísti undirmannaða ÍF góðan hugburð. Víkingur legði stóran dent á at verja, og getirnir vóru vandamiklir í skjótum mótálopum. Philip Djordjevic økti til 3-0 við skoti av brotsteigarmarkinum, og lítla løtu seinni minkaði Dánjal á Lakjuni um munin við skoti eitt sindur úr høgru í brotsteiginum.
Úrslitið ber við sær, at Víkingur nú er eitt stig aftanfyri KÍ, sum sunnudagin eigur torføra avbjóðing í Gundadali ímóti HB.
ÍF-Víkingur 1-3 (0-2)
0-1: Sorin Anghel 4.
0-2: Erling Jacobsen br 17.
0-3: Philip Djordjevic 82.
1-3: Dánjal á Lakjuni 85.
Dómari: Alex Troleis
ÍF: Tórði Traðará – Gunnar Christiansen (Leivur Joensen, 76.), Poul Nolsøe Mikkelsen, John Daniel Guðjónsson, Jan Ó. Ellingsgaard (Hanus Eliasen, 84.) – Dánjal á Lakjuni, Kristoffur Jakobsen, Karl Løkin, Andy Olsen (Alex José dos Santos, 76.) - Clayton Soares, Adeshina Lawal
Gult kort: Karl Løkin, Gunnar Christiansen, Alex José dos Santos
Reytt kort: Karl Løkin 39. (tvey gul)
Venjarar: Símun Eliasen og Jákup Mikkelsen
Víkingur: Geza Turi - Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sorin Anghel (Jákup Vatnhamar Olsen, 83.), Hans Jørgen Djurhuus (Gunnar Vatnhamar, 87.) - Philip Djordjevic, Sølvi Vatnhamar, Hans Pauli Samuelsen - Andreas Lava Olsen (Jón Krosslá Poulsen, 70.)
Gult kort: Philip Djordjevic, Sorin Anghel
Venjari: Sámal Erik Hentze