Víkingur og HB eiga finaluna

Tað eydnaðist ikki Skála at skora í Sarpugerði og harvið at vinna seg í fyrstu finaluna nakrantíð

Fyri sjeyndu ferð í sínum stutta lívi hevur Víkingur í kvøld kvalifiserað seg at spæla finalu um løgmanssteypið.

Tað eydnaðist í Sarpugerði, har høgættarvindurin órógvaði fótbóltsspælið rættiliga nógv.

Fyri tveimum vikum síðani endaði tað 1-1 á Skála. Tí var neyðugt hjá Skála at skora í hvussu so er eitt mál íkvøld. Tað eydnaðist ikki. Úrslitið var málleysur javnleikur, og harvið verður tað Víkingur, sum 21. september fer at spæla steypafinalu ímóti HB.

Skála hevði møguleika at vinna seg í fyrstu finaluna nakrantíð, men tað eydnaðist ikki.

Skálamenn høvdu meiri bóltin, men tað gekk illa at vinna seg til nógvar upplagdar málmøguleikar. Tann besta átti Jákup Johansen tíðliga í fyrra hálvleiki, men tá bjargaði Elias Rasmussen í Víkingamálinum.

Í seinna hálvleiki var bólturin bæði á stólpanum og tvørtrænum aftanfyri Víkingamálverjan, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið.

Víkingur hevur vunnið fimm av teimum seks finalunum, sum liðið hjá teimum í Eysturkommunu hevur verið í.

Í HB leingjast tað nógv eftir aftur at vinna steypafinaluna, sum sigursvanda felagið í Gundadali ikki hevur vunnið síðani í 2004. Tríggjar tær seinastu finalurnar hevur HB tapt.

HB fer 21. september at spæla steypafinalu fyri 40. ferð. HB hevur vunnið steypakappingina 26 ferðir.

https://www.in.fo/matches/?

 

Víkingur – Skála 0-0

Løgmanssteypið seinna hálvfinala

Fyrra hálvfinalan endaði 1-1, og Víkingur vinnur seg í finaluna við útivallarmáli.

Dómari: Lars Müller

Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Bergur Gregersen, Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen – Andreas Lava Olsen (Hjalti Strømsten, 86.), Heðin Hansen, Gunnar Vatnhamar, Dion B. Splidt (Jákup Vatnhamar Olsen, 63.) – Sølvi Vatnhamar, Philip Djordjevic

Gult kort: Bergur Gregersen, Heðin Hansen. Elias Lervig 

Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Fróði Benjaminsen, Teitur R. Joensen (Niels Pauli Danielsen, 84.) – Haraldur R. Højgaard (Leivur Zachariassen, 84.), Pætur Dam Jacobsen – Heðin Klakstein, Ronni Møller-Iversen, Andreas Egeberg Jacobsen (Janus Svabo Samuelsen, 63.) – Jákup Johansen

Gult kort: eingin