Aftur í ár skipar Víkingur fyri málmansvenjaraskeiði í heystfrítíðini. Skeiðið verður á fótbóltsvøllnum í Leirvík í døgunum frá mánadegi 10. oktober til mikudagin 12. oktober.
Skeiðið er ætlað málmonnum (gentum og dreingjum) millum 10 og 18 ár.
Skeiðið er frá klokkan 10 til klokkan 16 allar dagarnar.
Tað er Jimmy Hansen (myndin), sum stendur fyri skeiðnum aftur í ár. Jimmy Hansen hevur fleiri fólk aftrat sær á Føroya-ferðini, m. a. er ein kvinnuligur málmansvenjari við í ferðalagnum.
Luttøkugjaldið fyri hvønn luttakara er 1.300 krónur - íroknað luttøkugjaldið er døgurði hvønn dag, umframt eitt sett av málmanshandskum.
Tilmeldingar skulu sendast til teldupostin: [email protected] í seinasta lagi í dag, 4. oktober.