Víkingur styrkir seg

Nú er bara eitt umfar eftir til summarstegðin, og fleiri av føroysku liðunum fara at styrkja seg til seinni helvt av kappingarárinum. Eitt av teimum er Víkingur.

Talan er um 26 ára gamla Boga Reinert Petersen, ið hevur skrivað sáttmála við víking. Sáttmálin er galdandi til og við oktober 2019.

Bogi Reinert Petersen hevur spælt við ÍF hetta kappingarárið. 26 ára gamli miðvallarin hevur eisini spælt eitt tíðarskeið í Danmark, har hann hevur spælt við Hedentsted IF og Kolding IF, í triðu deildini í Danmark.