Í kvøld var tað grannauppgerð í Sarpugerði, har teir næstbestu hjá Víkingi áttu heimavøll ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Talan var um kapping um fremsta plássið, tí Víkingur hevði 40 og NSÍ 39 stig.
Víkingur vann 2-0, og harvið er Víkingur fýra stig frammanfyri NSÍ og fimm stig frammanfyri KÍ og 07 Vestur.
Næstbesta liðið hjá Víkingi plagar at spæla heimadystirnar uppi á Brekku í Leirvík. Ljósviðurskiftini í Sarpugerði eru væl betri, enn tey eru í Leirvík. Tí varð dysturin í kvøld í Gøtu.
Longu í sjeynda minutti setti Arnbjørn Svensson hol á eftir hornaspark. 1-0 støðan helt sær, inntil tað restaði eitt korter.
Heimaliðið var meiri í álopsstøðu og hevði fleiri royndir ímóti málinum, enn NSÍ hevði.
Í 74. minutti eydnaðist tað at økja til 2-0. Málskjútti var Elias Lervig, sum er fastur maður á besta liðnum. Upplegginum stóð Signar á Brúnni, sum seks minuttir frammanundan var skiftur inn, fyri.
Á Víkinga liðnum vóru tað Elias Lervig og Arnbjørn Svensson, sum plaga at vera á besta liðnum.
Á NSÍ liðnum vóru eitt nú Per Langgaard, Betuel Hansen, Óli H. Olsen og Øssur Dalbúð.