HAGTØL
Hugurin at ferðast flogvegis bilar einki í Føroyum í hesum døgum. Hetta vísa nýggjastu hagtølini frá Vága Floghavn.
Frá 1. januar í ár til 31. oktober ferðaðust 138.230 fólk um flogvøllin. Hetta eru 1,1% færri fólk enn fyri somu tíggju mánaðir í 2001.
Hesin negativi vøksturin skal eisini síggjast í ljósinum av, at 2001 var í alstóran mun merkt av royndarboringunum á føroyskum øki. Hetta økti munandi um talið av ferðandi. Serliga tí, at hvør ferðandi ferðaðist fleiri ferðir, og munaði tískil rættiliga væl í samlaðu hagtølunum.
?Síggja vit burtur flúgvingini í sambandi við oljuboringarnar, so er talan um ein stóran vøkstur í ferðafólkatalinum, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri.
Hetta sæst einabest í september og oktober í ár. Tá vóru boringar við at vera lidnar í fjør.
Í september var vøksturin í ferðafólkatalinum 9,1% og í oktober var vøksturin 7,1% í mun til í fjør.
Summarmánaðirnir vóru heldur slakari í ár enn í fjør, men gongdin tykist nú at vera vend. Heldur verandi gongd fram, so kann hugsast, at samlaða talið gerst størri enn í fjør.
Flogvallarstjórin sigur um gongdina higartil í ár, at hon er, sum hann hevði roknað við.
Hann vísir á, at teir bæði í ár og í fjør hava sæð, at kampagnuprísirnir hjá flogfeløgunum gera mun.
?Vit sóu eitt nú í fjør, at nógv fleiri fólk fóru til Danmarkar at halda jól hjá næstringum orsakað av bíligu ferðaseðlaprísunum, sigur Finnbogi Niclasen.
Talið av fráferðum og komum fyrstu tíggju mánaðirnar í ár var 4.476. Aftur her merkist vantandi oljuflúgvingin í ár. Talið av fráferðum og komum er nevniliga minkað við 11,1% ella við 557 fráferðum og komum í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Postur og farmur
Minni ferðandi gevur aloftast pláss til meira post og farm. Oktober setti eisini met í so máta. 59,9 tons av posti vórðu flogin í oktober, og hetta er tað mesta fyri nakran mánað í ár. Samanlagt eru 511 tons av posti flutt um flogvøllin í Vágum. Hetta er ein vøkstur áljóðandi 7,5% í áðurnevnda tíðarskeiðií mun til í fjør.
Hóast talið av farmi gjørdist tað næst mesta fyri nakran mánað í ár í oktober, so fer framvegis ein stór minking fram á hesum økinum í mun til í fjør.
Samanlagt 294,8 tons av farmi eru flutt um flogvøllin í ár, og minkingin í mun til í fjør er higartil 7,9%.