Vøksturin er minst í Suðuroy

Suðuroyingar fáa ikki serliga stóran part av tí vøkstrinum, sum er í fólkatalinum kring landið

Hetta seinasta árið er fólkatalið í Suðuroy vaksið eitt prosent.

 

Sostatt kann staðfestast, at Suðuroy fær ikki serliga stóran part av tí vøkstrinum, sum annars er í fólkavøkstrinum kring landið, tí av øllum økjum í landinum, er fólkavøksturin minst í Suðuroy.

 

Annars er fólkatalið vaksið 2,1 prosent í vágum, 1,9 prosent í Eysturoy og 1,5 prosent í Norðoyggjum. Í miðal er fólkatalið í Føroyum vaksið 1,5 prosent hetta seinasta árið. Og lutfalsliga verður Suðuroyggin sostatt alsamt meiri og meiri afturúrsigld afturímóti restini av landinum.

 

Fyri einum ári síðani búðu 4.588 fólk í Suðuroy og nú býr 4.632 fólk í Suðroy, ella 44 fleiri enn fyri einum ári síðani. Hetta er ein vøkstur upp á eitt prosent, men hóast tað er væl minni enn vøksturin aðrastaðni er, er tað størsti fólkavøkstur í Suðuroy seinastu 15 árini.

 

Og tað er bara tí, at tilflytingin hevur verið væl størri enn fráflytingin, tí tað doyði fleiri fólk enn tað vóru fødd.

 

Hetta seinasta árið, frá august í fjør, til august í ár, eru 43 suðuroyingar føddir og 50 eru deyðir. Men tað er merkisvert, at sostatt er Suðuroyggin einasta øki í landinum, har burðaravlopið er negativt, tað vil siga, at tað doyggja fleiri fólk enn tað vera fødd.

 

Annars sæst, at tað serliga er Tvøroyri, sum fer við øllum vøkstrinum í fólkatalinum í Suðuroy.

 

Fólkatalið í Suðuroy er vaksið 44 fólk hetta seinasta árið, og fólkatalið á Tvøroyri er vaksið 43 fólk, so at tað nú býr 1.739 fólk í Suðuroy. Tað merkir, at í tølum er Tvøroyri tað plássið í landinum, har fólkatalið er vaksið mest hetta seinasta árið. Í prosentum vaks fólkatalið á Tvøroyri 2,5 prosent og tað er ikki so nógvastaðni, at fólkatalið er vaksið so nógv í prosentum.

 

Í hinum stóra plássinum í oynni, í Vági, vaks fólkatalið 12 fólk, so at tað nú býr 1.358 fólk í Vági. Sostatt vaks fólkatalið í Vági 0,9 prosent. Annars býr tað nú 17 fólk fleiri í Sumba nú, enn tað gjørdi fyri einum ári síðani, so nú býr 360 fólk í Sumba .

 

Størsta minkingin var í Hvalba, har fólkatalið er minkað 22 fólk, ella 3,1 prosent hetta seinasta árið, Nú býr sostatt 682 fólk í Hvalbiar Kommunu, har Sandvík eisini er við.

Men Hvalba er samstundis tann bygdin í øllum landinum, har fólkatalið er minkað mest í talið hetta seinasta árið.

 

Í Hovi minkaði fólkatalið 13 fólk og tað er næststørsta minkingin í landinum. Nú býr 96 fólk í Hovi og í prosentum er Hov tann bygdin, sum er minkað mest í Føroyum hetta seinasta árið.

 

Frá august í fjør til august í ár, er fólkatalið í Føroyum annars vaksið tilsamans 732 fólk, so at tað nú býr 50.451 fólk í Føroyum.