Vøkur løg druknaðu í skrálum og rópum

Góðu løgini hjá Jens Marna Hansen komu ikki til sín rætt millum larmandi ungdómar
Ein av virknastu dansibólkunum seinastu árini má vera Showmenn, sum fyri stuttum spældu sína síðstu konsert. Fýra garvaðir og dugnaligir tónleikarar, ið hava givið mongum ein góðan dans, og vórðu av fleiri mettir sum besti dansibólkur í Føroyum.

 

Ein av teimum fýra var Jens Marni Hansen, ið spældi á Torginum beint áðrenn midnátt hóskvøldið. Tað var vorðið myrkt, og fleiri fólk høvdu leitað sær til festivaløkið. Ólavur Klakk segði okkurt stutt um Jens Marna, ið síðani kom á pall.

 

Nú veit eg, og sum Jens Marni eisini var inni á undir framførsluni, at hann er um at verða liðugur við sína nýggju fløgu, ið kemur út í oktobur. Nógvir ymiskir tónleikarar spæla á fløguni, og tí var tað eitt sindur skuffandi, at hann kom einsamallur á pall. Og tað hevur einki at gera við hann sjálvan, tí Jens Marni dugir væl bæði at syngja og spæla gittara, men tað hevði verið stuttligari at fingið ein meiri fullari forsmakk upp á fløguna.

 

Men tað var eitt sindur strævið at standa og lurta, meðan meginparturin av fólkinum ikki ger tað. Róp og skrál og meiri róp forðaðu fyri, at ein ikki heilt kundi njóta framførsluna. Vakur sangur og vakurt gittarspæl við hissini ?KÁRI! Gev mær hasa fløskuna? í einum oyra og ?Kom yvir í Maverick!? í hinum, er ikki nakar serliga góður blandingur. Tað hevði riggað betri, um hann spældi eitt sindur fyrr um kvøldið, vildi eg mett.