Verjið børnini kravgongan savnaði eitt stað millum 150 og 200 fólk, og tað heldur fyrireikarin, Mimmy Vágsheyg, er rættiliga gott.
- Tað var kalt, og tað regnaði, men eg eri væl nøgd við uppmøtingina og røðurnar, sigur Mimmy Vágshyg.
Tað vóru tær báðar, Anniks Olsen og Rigmor Dam, ið hildu politisku røðurnar.
- Báðar talaðu fyri, at fyrningarfreistin skuldu strikast fyri siðamisbrot móti børnum, spurningurin er so, hvussu tað kann gerast. Men vit fara hilt vist at halda teimum til orðið, sigur Mimmy Vágsheyg.
Hon vísir á, at eisini aðrir politikarar vilja, at fyrningarfreistin skal burtur.
- Vit hoyrdu Kára P. Højgaard siga tað fleiri ferðir i útvarpinum, so vit eru positiv, avgjørt, sigur Mimmy Vágsheyg.
Tey merkja eisini stuðul fyri arbeiðinum millum manna.
- Tað hevur verið rættiliga stuttligt at skipa fyri hesari kravgonguni. Øll hava verið blíð og positiv, sum vit hava heitt á, bæði í Havn, í Suðuroy og her norðanfyri, sigur Mimmy Vágsheyg.
Fólk tóku eisini væl ímóti undirskrifta innsavningini, ið krevur fyrningarfreistina strikaða.
- Fólk hava verið ógvuliga positiv, tá vit hava gingið runt og savna undirskriftir. Fyrningarfreistin er eisini rættiliga fløkjaslig og skeivt sett, tá vit tosa um ásettu paragraffirnar, sigur Mimmy Vágsheyg.
Danir arbeiða eisini
Hvat ætla tey so at gera í sambandi við tiltakið, sum var leygardagin.
- Tað er ikki heilt avgjørt enn, men vit fara í hvussu er at skriva nakrar greinar, og vit fara at fáa heimasíðuna hjá okkum gjørda lidna. Verjið børnini hevur fingið eina fína heimasíðu, sum ein kvinna, ið lesur niðri hevur gjørt, og vit fara nú at deila søgurnar, sum liggja á Facebook síðuni hjá okkum inn á heimasíðuna, tí tær hava brúk fyri einum meira virðiligum plássi, sigur Mimmy Vágsheyg.
Tey fara eisini at leggja stóran dent á, hvussu fólk uppliva fyrningarfreistina.
- Vit fara at vísa á, hvussu óheppið tað er. Samstundis frøast vit um, at fyrsta barnahúsið letur upp, tí tað er nakað, sum vit løgdu stóran dent á longu fyri tveimum árum síðani. Tað hevur stóran týdning, at myndugleikarnir koma til barnið, og ikki sum nú, at barnið skal koma til myndugleikarnar, sigur Mimmy Vágsheyg.
Men tað verður eisini neyðugt við pengum.
- Tað er ógvuliga týdningarmikið, at økið verður raðfest, og at tað verða settir nóg nógvir pengar av á fíggjarløgtingslógini, sigur Mimmy Vágsheyg.
Hon er tó minni bjartskygd, tá talan er um fyrningarfreistina.
- Tað vænti eg ikki verður i hesum árinum, tí tað er trupult at fáa hana strikaða. Men um vit fáa eina politiska semju og fingu sent eitt skriv niður til Danmarkar við ynski um, at fáa freistina butur, so hevði tað verið ein rættiliga góð byrjan, sigur Mimmy Vágsheyg.
Hon vísir á, at tað var ein kravgonga í Danmark um somu tíð sum í Føroyum.
- Tey arbeiða eisini við at fáa fyrningarfreistina strikaða, og tað verður nokk ein skjótari prosess, um danir fáa tað ígjøgnum, heldur enn at vit skulu fáa avgreitt málið, sigur Mimmy Vágsheyg.