Seinnapartin leygardagin var rættiliga friðarligt á tjaldingarøkinum Úti í grøv, ikki nógv fólk var at síggja, men úr fleiri av tjøldunum hoyrdist prát og tónleikur. Úr einum stórum tjaldi hoyrdist sangur, hurðin var opin og har sótu eini tíggju fólk og sungu og hugnaðu sær, tey løgdu einki í vindin og regnið, men tóku tað sum ein part av festivalupplivingini.
Á tjaldingarplássinum Úti í grøv vóru 121 tjøld og 8 kampingvognar. Við KFUM var eitt annað tjaldingarøki við 25 tjøldum, har barnafamiljurinar hildu til, og uttanfyri Tekniska skúla vóru 35 kampingvognar. Umframt skipaðu tjaldingina vóru eisini fleiri, ið tjaldaðu í garðinum hjá vinfólki og kenningum.
Frá Kunningarstovuni í Norðoyggjum, sum skipaði fyri tjaldingini, siga tey, at millum 650 og 700 fólk vóru á tjaldingarøkinum.
- Hetta var nógv fleiri fólk enn vit høvdu væntað. Vit høvdu bert vantað ein fjórðing, men vit vóru fyrireikaði uppá, at tað komu so nógv fólk.
Sigur <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Christian Olsen"$?$end$!$Christian Olsen</st1:PersonName$?$end$!$ frá Kunningarstovuni.<BR>Hann er sera væl nøgdur við, hvussu væl tjaldingin eydnaðist. Serliga glaður er hann fyri, at fólk fóru so væl um, at tey tóku upp eftir sær og at nærum einki órudd lá eftir.
.