Væl frágingið

Oyrarbakki: - Mín uppgáva er heilt einfalt tað at halda tað ruddiligt og reint her í Eydnuni, sigur Edith Dam úr Norðskála

Hóast onkur kann halda, at ein reingerðarkvinna ikki ger stórvegis til nyttu, so sæst tað í øllum førum væl, um hon ikki hevur verið á staðnum.

Ein teirra sum røkir hetta týdningarmikla starvið er 69 ára gamla Edith Dam. Og hetta arbeiðið ger hon fegin fyri ungmannafelagið Eydnan á Oyrarbakka.

- Eg hyggi eisini eftir, um nakað er at taka upp ella at gera. Og tað havi eg gjørt í nógv ár, greiðir hon frá.

Húsið hjá ungmannafelagnum var kanska brúkt meiri fyrr, enn tað er nú. Henda mánaðin er í øllum førum nógv virksemi í húsinum:

Sunnudagin var bingo og nú leygarkvøldið verður dansur í sambandi við Sundalagsstevnuna í Hvalvík. Í aðrar mátar ganga trý lið til Zumba fitness allan henda mánaðin.

Júst av hesi orsøk er neyðugt, at onkur hyggur eftir at tað er nossligt hjá fólki at koma til tey ymisku tiltøkini í húsinum.

Júst hetta hevur verið uppgávan hjá Edith Dam tey seinastu rættiliga nógvu árini.


Væl frágingið

Mikudagin í farnu viku var Edith aftur farin ein túr í ungmannafelagshúsið.

Hon ætlaði líka at hyggja eftir, um alt var í lagi eftir at ein skúlaflokkur av Sandoynni hevði verið her.

Jú, hon kundi skjótt staðfesta, at her var alt væl frágingið. So í dag var steðgurin ikki so drúgvur.

- Eg haldi, at onkur annar hevur leigað húsið seinni í hesum mánaðinum, sigur hon.