Tað er væl lønt arbeiði at vera ráðgevi hjá donskum ráðharrum ella í hvussu er nøkrum teirra, og sjálvt ikki teir fremstu ráðgevarnir í Washington og London fáa so góða løn sum nakrir av teimum donsku.
Ugebrevet A4, sum hevur fingið innlit í lønarviðurskiftini hjá ráðgevunum, skrivar, Søren Møller Andersen, sum er ráðgevi hjá Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharra, fær 1.168.111 krónur í løn um árið. Til samanberingar vísir blaðið á, at teir fremstu ráðgevarnir hjá Barack Obama, forseta, fáa 947.100 krónur í ársløn.
Ráðgevin hjá fíggjarmálaráðharranum er tann best lønti, men aðrir fáa eisini góða løn. Eitt nú fær Peter Arnfeldt Petersen, ráðgevi í skattamálaráðnum, 1.136.399 krónur, og Line Aarslund, sum er ráðgevi í innanríkis- og heilsumálaráðnum, fær 1.042.660 krónur inn á lønarkontuna um árið.
Niels Westergård-Nielsen, professari á Handilsháskúlanum í Århus, sum var limur í einari serligari lønarnevnd hjá stjórnini, sigur, at eingin politikari hevur áhuga í at skerja lønarlagið hjá ráðgevunum.