Væl nøgdir við Voxbotn

Fyrireikararnir vóru væl nøgdir við fyrsta Voxbotn konsertdagin, og teir høvdu fleiri áhoyrarar, enn teir høvdu roknað við.

 

Voxbotn konsertdagurin varð hildin í Havn í gjár, og nógv fólk var í Vágsbotni og lýddi á tónleik.

 

Fyrireikararnir meta, at umleið 3500 fólk vóru á konsert.

 

- Vit høvdu vónað, at vit fingu nógvar áhoyrarar, men vit høvdu ikki roknað við, at tað kom so nógv fólk, sigur Rúni Djurhuus, sum er ein av fyriskiparunum av Voxbotni.

 

At fyrsta tiltakið lukkaðist væl, gevur fyrireikarunum mót upp á meira.

 

- Í ár vildu royna økið í Vágsbotni fyri at vita, um tað ber til at gera ein slíkan konsertdag har, og tað riggaði sera væl. Hetta skapar grundarlag fyri at halda fram við tiltakinum, sigur Petur Slyne, hin fyriskiparin.