Steypafinalur
- Hatta var eitt sera væl skipað tiltak, har alt var til staðar ? spenningur, dramatikkur, nógvir áskoðarar, larmur og tónleikur. Serliga kvinnufinalan hevði alt, ein finala skal hava. Eftir tvey tey fyrstu settini roknaði ein við, at Dráttur fekk ein lættan sigur, men brádliga í triðja setti broyttist alt. Men endin í triðja setti var eitt tað mest spennandi, eg havi upplivað. Fyrst lá Mjølnir trygt á odda og var frammanfyri við umleið 14-10, so kom Dráttur framum 15-14. Liðini skiftust síðani at vera frammanfyri, men endin varð so, at Mjølnir vann 19-17.
Disiplinerað lið
- Annars kann eg siga, at liðini vóru væl disiplinserað, og tað vóru ongantíð stórir trupulleikar í samband við dømingina. Eitt skifti í mansfinaluni mátti eg tó kalla báðar liðformenninar fram til dómarastólin. Liðini høvdu tá fylgst ein løtu, og stórur spenningur var millum liðini. Menn á báðum liðunum byrjaðu at tosa um "skerm" o.a. í samband við servunar, sigur John Lilhauge. ? Tí gjørdi eg liðformonnunum greitt, at teir skuldu taka hendurnar niður og lata vera við at skerma. Hetta tóku liðini síðani til eftirtektar.
Skiftani veður
- Men samanumtikið havi eg havt ein sera góðan túr í Føroyum, har eg millum annað havi sæð tykkara vøkru nátturu og sæð hvussu ómetaliga skjótt veðrið og ljósið skiftir í Føroyum. Fríggjdagin vóru vit saman við Flogbóltssambandinum runt í Streymoynni, og tá upplivdu við regn, kava, heglingsæl og sól. Alt innanfyri 4 tímar, segði John Lilhauge at enda, áðrenn hann fór heimaftur til Keypmannahavnar.
Kom væl frá dømingini
John Lilhauge kom annars væl frá dømingini, og eisini 2. dómararnir hjá honum, Rúni Weihe og Tummas Óli Mortensen, sum dømdu ávikavist kvinnu- og mansfinaluna, gjørdu sítt til at dømingin var á einum høgum støði.