Tað var ein væl nøgdur stjóri fyri P/F Vágatunnilin, ið seinnapartin týsdagin kundi eygleiða stóru mannamúgvuna, ið var komin saman at hátíðarhalda stórhendingina, tá undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund varð tikin í nýtslu.
- Hetta hevur verið ein framíhjárættur hjá mær at hava havt møguleikan at standa á odda fyri hesum stórarbeiði, sigur Dávid Reinert Hansen. Hansara leiklutur undir almenna hátíðarhaldinum týsdagin var avmarkaðaur til at bjóða fólki vælkomin, og annars, saman við nevndarformanninum í P/F Vágatunnilin, at halda í, tá Bjarni Djurholm við grindaknívi skar snórin, ið alment lat tunnilin upp fyri almennari ferðslu.
Eftir at P/F Vágatunnilin varð stovnað á ársins stytsta degi fyri skjótt fýra árum síðan, varð Dávid Reinert Hansen settur sum fyribilsstjóri í felagnum 1.mars 1999. 13 mánaðir seinni varð hann settur í fast starv í felagnum. Hann hevur sostætt staðið á odda fyri arbeiðinum at gera undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund, frá byrjan til enda.
- Mín fremsta uppgáva hevur verið at samskipa arbeiðið - at fáa »timingina« at passa, sigur Dávid Reinert Hansen. At talan hevur verið um stórarbeiðið er lítið at taka seg aftur í, og sjálvt stjórin hevur trupult við at meta um, hvussu nógv fólk hava tikið lut í arbeiðinum, so ella so.
- Tá fleiri ymisk feløg hava tikið lut í arbeiðinum, eins og ymsu partarnir av arbeiðinum hava verið tætt bundnir hvør at øðrum, so hevur tað alla tíðina verið týdningarmikið at tryggja, at ymsu partarnir hava verið klárir, tá teir skulu, so arbeiðið ongantíð hevur steðgað upp, greiðir Dávid Reinert Hansen frá.
Skjótari enn tíðarætlanin
Upprunaliga hevði P/F Vágatunnilin mett, at undirsjóvartunnilin skuldi vera liðugur á sumri 2003. Tí var tað ein stór løta, tá nevndin í summar boðaði frá, at tunnilin kundi takast í nýtslu 26.november í ár.
- Aftaná ber til at siga, at tað var óheppið, at dagurin 26.november ikki helt kortini. Í summar var rætt at seta henda dato á, men sum kunnugt máttu vit seinni staðfesta, at hetta fór ikki at halda. Men samanumtikið mugu vit fegnast um, at vit kundu vera frammanfyri upprunaligu tíðarætlanina, sigur Dávid Reinert Hansen.
Stjórin greiðir frá, at tey frá fyrsta degi høvdu lagt uppfyri møguligum seinkingum, men at arbeiðið gekk betur enn væntað, eins og forðingarnar vóru færri.
- Eisini hava allir partar gjørt sítt besta fyri at fáa arbeiðið liðugt so skjótt sum gjørligt, leggur Dávid Reinert Hansen afturat.
Nógvar royndir
Tá Dávid Reinert Hansen nú hyggur aftur á arbeiðið við at gera undirsjóvartunnilin, er hann sum heild væl nøgdur við gongdina.
- Meðan arbeiðið hevur verið ígongd, hava vit gjørt fleiri eftirmetingar, m.a. tá tunnilin varð skotin ígjøgnum, og sjálvandi kundu onkrir smálutir verið gjørdir øðrvísi. Men samanumtikið høvdu vit ikki gjørt so nógv øðrvísi í dag, sigur Dávid Reinert Hansen, ið samtíðis vísir á, at felagið hevur fingið nógvar royndir av hesum arbeiði, ið er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum. Hesar royndir ber sjálvandi til at nýta í samband við onnur arbeiði av hesum slag.
Leisturin við at lata eitt alment partafelag standa fyri arbeiði av hesum slag, samtíðis sum felagið skal virka leyst av politisku skipanini er nýggjur í Føroyum. Dávid Reinert Hansen sigur, at hóast felagið skal arbeiða óheft av politisku skipanini, so er tað natúrligt, at politikar vísa áhuga fyri arbeiðinum. Hann vísir samtíðis á, at stóra diskussión um, hvørt tað yvirhøvur var rætt at nýta henda leist, var longu í samband við anlegslógina, tvs. áðrenn P/F Vágatunnilin fór til arbeiðis, og tað hevur síðan lætt um hjá leiðslu og nevnd í felagnum.
Dávid Reinert Hansen sær tað heldur ikki sum nakran trupulleika, at fólk hava roynt at ávirka arbeiðið hjá almenna partafelagnum, m.a. í samband við tá prísurin fyri at nýta tunnilin skuldi ásetast.
Seinastu snøklar
Hóast tunnilin varð tikin í nýtslu 10.desember, so er framvegis okkurt smávegis arbeiði at gera, áðrenn tunnilin er heilt liðugur. Dávid Reinert Hansen væntar, at seinastu snøklarnir eru fingnir uppá pláss, einaferð í januar mánað.