Í desember mánaði gav Skúlabókagrunnurin út "Støddfrøði Handbók", sum skuldi verða eitt hjálpitól bæði hjá næmingum, men ikki minst hjá foreldrum teirra. Handbókin skuldi vera ein hjálp í tí dagliga heimaarbeiðinum sum eitt slag av uppslagsverki í støddfrøði.
Tá bókin kom út varð vónað, at hon fór at standa á hvørjari bókahyll kring landið. Og hesum málinum hevur ein í roynd og veru nærum rokkið hesum máli.
Bókamiðsølan, sum selur bøkurnar hjá Skúlabókagrunninum upplýsir, at seld eru ikki færri enn 700 eintøk av hesi bókini.
- Nú so nógvar fagurbókmentir eru komnar út og hava selt so væl, er tað at frøast um, at ein slík handbók sum henda er við í fremstu røð, sigur Skúlabókagrunnurin.