Væl vitjað evniskvøld á bildeildini á Tekniska Skúla

Mikukvøldið 7. mars vóru eini 50 fólk savnað á bildeildini á Tekniska Skúla í Havn, har skipað varð fyri evniskvøldi fyri bilmekanikarar, har høvuðsevni var EOBD, ið er nýggja lógarkravda tøknin, sum allir nýggir bilar við bensinmotori skulu hava frá 1. januar í ár

 

Mikukvøldið 7. mars vóru eini 50 fólk savnað á bildeildini á Tekniska Skúla í Havn, har skipað varð fyri evniskvøldi fyri bilmekanikarar, har høvuðsevni var EOBD, ið er nýggja lógarkravda tøknin, sum allir nýggir bilar við bensinmotori skulu hava frá 1. januar í ár


Bilar

Magnus Gunnarsson


Í lýsingini frá bildeildini stóð, at evniskvøldið skuldi snúgva seg um CARB - OBD - og EOBD. Fyri tey flestu søgdu hesir bókstavirnir ikki nógv, so spennandi var at fáa meira at vita um hesi evni. Fundurin byrjaði kl.19.00, har Eirikur Ó. Simonsen, lærari, beyð vælkomin og segði, hvat var á skránni fyri kvøldið, Síðani læt hann orðið til Arna Thue Hansen frá Bosch í Danmark. Hann greiddi frá, at orsakað av tí alsamt vaksandi dálkingini verða sera strong krøv sett til bilverksmiðjurnar og harvið eisini til tey, sum skulu umvæla bilarnar. Arbeiðið sum bilmekanikari er ómetaliga nógv broytt tey seinastu árini.

Byrjaði í Kalifornia

Amerikanski staturin Kalifornia er kendur fyri sínar strongu lógir fyri dálkandi útstoytsgassi á bilum við bensinmotori. Fyri at minka um luftdálkingina, innførdu teir »California Air Resources Board« (CARB) í 1988 fyri at minka um útlátið á øllum akførum við bensinmotori í landinum. Harafturat innførdu teir »On Board Diagnose« (OBD), ið er ein elektronisk stýrd skipan, sum ansar eftir øllum komponentunum, sum hava við útlátið úr útstoytinum at gera. Fyri at gera tað møguligt hjá bilføraranum at varnast brek í OBD útlátskipanini, vórðu ávaringarljós sett í bilarnar. Í 1996 blivu krøvini til útlátið uppaftur strangari við OBD II, sum eisini bleiv innførd í Evropa sum Europeisk On Board Diagnose (EOBD).

EOBD frá 1.januar

Fyri at verða góðkendir í Evropa skulu allir bilar við bensinmotori frá 1. januar í ár av lúka EOBD krøvini. Endamálið við EOBD er til dømis eitt støðugt eftirlit við øllum komponentum, sum kunna ávirka dálkingina úr útstoytinum, skráseting av brekum, sum hava við útstoytsgassið at gera, goymsla av upplýsingum um brek, sum koma fyri, og møguleikan fyri at avlesa goymd brek við diagnosuútgerð. Evropeiska nevndin fyri flutning, umhvørvið og ídnaðin hava saman við bila- og oljuídnaðinum, gjørt reglur um eina stigvísa minking av luftdálkingini.

Praktiskar uppgávur

Eftir ein steðg við kaffi og køkum hetta kvøldið vórðu eisini gjørdar praktiskar uppgávur, har teir simuleraðu brek, leitaðu í skipanini, funnu brekini, rættaðu og strikaðu tey. Tað er nú einaferð soleiðis, at flest øll brek í skipanini hava við sær vandan fyri meiri dálking, tí er tað so neyðugt at brekini verða rættað beinanvegin.

Sum dømi um, hvussu nógv meira umhvørvisvinarligir bilarnir eru vorðnir í dag kann nevnast, at ein Ford Cortina frá 1977 dálkaði tað sama sum 50 Ford Mondeo frá í dag, og ein Mondeo frá í dag, dálkar tríggjar ferðir minni enn ein Mondeo frá 1993. Hetta man vera galdandi fyri tey flestu bilmerkini.









Eirikur Ó. Simonsen, lærari, beyð vælkomin og segði, hvat var á skránni fyri kvøldið