Úr øllum landinum at kalla stevndu bátarnir til Vestmanna leygardagin. Hendan stevnan er onnur í røðini, og í ár vóru gott hálvthundrað bátar fleiri enn í fjør.
Teir komu serliga sunnaneftir, sigur ein av fyrireikarunum, Birgir Waag Høgnesen. Flestir úr Havn, men eisini úr Suðuroy, úr Skálavík og Skopun vóru fleiri. Onkur var úr Eysturoynni, men ikki nógvir úr Vágum.
Sagt verður úr Vágum, at har hava fólk helst hildið seg aftur orsakað av fiskasjúku, sum er í Vestmanna, men ikki í Vágum.
Birgir Waag Høgnesen sigur, at bátarnir hildu seg burtur frá alibrúkunum í Vestmanna júst við tí í huga ikki at spreiða sjúkuna.
Tað vóru 187 bátar skrásettir í Vestmanna hendan dagin, sigur hann. Og í dansi leygarkvøldið vóru umleið 900 fólk, sum tó ikki øll høvdu verið við til stevnuna um dagin kortini.
Stevnan byrjaði fyri Fútakletti á Vágalandinum, har flestu bátarnir hittust. Har lá gamli postbáturin Ólasvur klárur at sigla gomlu rutuna einaferð enn. Tá hildi varð, at allir bátarnir vóru komnir, legði Ólavur á Sundið við øllum fylginum afturút. Á halanum lá vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið, sum skuldi vera til at taka, um okkurt skuldi verið áfatt.
Tá fylgið var komið inn um streym á Vestmanna, legðist til. Tað vóru kappróðrarbátar og gomlu grindabátarnir úr Vági, sum kominir vóru norður um Fjørðin við Jóhonnu, ið nú komu uppí og róðu seinasta teinin inn a Vestmanna.
Fyrireikararnir høvdu skipað so fyri, at tey, sum við vóru, fingu ein bita í matarhøllini á Fiskavirking í Vestmanna. Umleið 650 fólk nýttu hendan møguleikan, sigur Birgir Waag Høgnesen.
Einki óvanligt hendi, og alt gekk upp á tað besta, hóast nógv fólk var savnað á havnarlagnum allan dagin og um náttina.
Tó so. Siga fyrireikararnir frá samarittunum hjá Reyða Krossi Føroya, sum vanliga eru við til slík stór tiltøk, so fóru tvey fólk niður í millum bátin og bryggjuna, men eingin skaði hendi, og tey vórðu beinaveg fingin uppaftur.