Klassisk konsert eru heldur rár hending í útjaðaranum. Men við Stóra Pakkhúsið, ið hevur fingið eitt klaver, ið stendur mát við tað, ið krevst til allar konsertir, hava vágbingar fingið karmar til eitt sindur av hvørjum. Og sunnukvøldið var hol veruliga sett á vetrarskránna við eini framúr klaverkonsert, har tónleikur eftir tónaskaldið Chopin var á skránni.
Chopin-kvøldið var skipað við klaverleikaranum Klaus Telling við ljóðførið. Og tey umleið 40 fólkini, ið høvdu leitað sær í Pakkhúsið, fingu eina framúr konsert. Klaus Telling prógvaði, at hann er leikari í serflokki. Allir tangentar komu í nýtslu og slík ferð var stundum yvir spælinum, at ilt var at síggja fingrarnar hjá leikaranum, so skjótt teir ferðaðust eftir teim hvítu og svørtu tangentunum. Flott. Her var bæði skjótt og flott spæl, men eisini tað vakra og inniliga. Jú, her var dygd og ein sonn tónleikauppliving.
Chopin
Og tað var eisini flottur og krevjandi tónleikur, ið stóð á skránni: Etude í C-moll (Revolutiónsetudan), Preludium í cis-moll, 4 mazurkaðir (Vivace, Lento, Allegro og Andantino), Impromtu í cis-moll og Ballada í G-moll.
Frederic Chopin var føddur í Pólandi í 1810 og doyði longu í 1849, bert 39 ára gamal. Hann livdi tó meginpartin av sínum stutta lívi í Fraklandi. Tað var tónaskaldið Franz Lizt, ið hjálpti honum fram, við at lata hann leika til eina konsert hjá sær. Fólk komu at hoyra Lizt, men ljósið varð sløkt og Chopin leikti sín tónleik og var væl fagnaður. Chopin fekk tuberklar og doyði at enda av sjúkuni.
Tónleikur Chopin er nærum bert fyri klaver, eitt ljóðføri, sum bleiv ment og betrað í hansara tíð. Hann menti ein framúr teknikk og hevði evnir fyri teim møguleikum, ið nýggja ljóðførið hevði. Hansara tónleikur telist millum vakrastu verk og eisini tey best dámdu, men eisini tey kravmiklastu, ið eru skrivað fyri klaver. Og altíð hevur tónleikurin djúpan og sorgblíðan tóna. Longsul, sorg og lagnu.
Fleiri konsertir
Klaus Telling er dani. Saman við børnunum fluttu hann og konan, Marianne Telling, ið er prestur, fyri góðum ári síðani til Vágs, tá hon fekk prestastarv. Klaus starvast sum urguleikari og tónleikalærari. Eftir væleydnaðu byrjanina sunnukvøldið liggur væl fyri at halda fram og ætlanir eru um fleiri konsertir.
Klaus Telling sigur, at ætlandi verður ein mánaðarlig konsert. Næstuferð verður lættari jazzur á skránni. Tá verður tað Bill Evans og hansara tónleikur, ið myndar kvøldið. Harumframt hevur Klaus Telling umhugsað at hava konsertir í skúlanum í Trongisvági, har eisini eitt framúr klaver er tókt, men enn eru hesar ætlanir bert ætlanir.