Væleydnað tiltak fekk fólk at ganga og renna

Við at skipa fyri Gakk ella renn tiltøkum eina ferð um mánaðin ynskir Klaksvíkar kommuna at varpa ljós á sálarliga heilsu

Leygardagin bjóðaði Klaksvíkar kommuna til Gakk ella renn fyri at varpa ljós á ABC fyri sálarliga heilsu, og uppmøtingin var aftur góð hesa ferð.

 

Við at skipa fyri Gakk ella renn tiltøkum eina ferð um mánaðin ynskir kommunan at varpa ljós á ABC fyri sálarliga heilsu og samstundis sambandið millum likamliga og sálarliga heilsu.

 

- Høvuðsboðskapurin í ABC er, at vit kunnu fremja okkara sálarligu heilsu við at vera virkin, saman og hugbundin, og leygardagin nýttu nógv høvið at gera júst hetta við einum gongu- ella rennitúri.

 

Túrurin byrjaði við Býráðshúsið klokkan 11, og tá øll høvdu gingið ella runnið í 15 minuttir, vendu tey og gingu ella runnu "heim" aftur. Afturkomin í Býráðssalin fingu luttakararnir frísktpressað juice og eina hugnaliga løtu við práti. Eisini varð trekt lut um eina ABC-renniblusu millum øll, sum vóru við á túrinum.

 

Hepni vinnarin gjørdist Karin Ósa Høgnesen, og mamma hennara Vinna Ósa Eliasen tók ímóti hennara vegna.

 

 

Hetta er tíðindaskriv frá Klaksvíkar kommunu, sum boðar frá, at næsta Gakk ella renn tiltak verður leygardagin 15. desember klokkan 11.