Fimta árið á rað var skipað fyri ungdómsmentanarstevnuni, ið ber heitið Ung í Føroyum. Tey ungu arbeiddu í tríggar dagar í sjey ymiskum listaverksmiðjum undir leiðslu av føroyskum yrkislistarfólkum:
- Endamálið við tiltakinum er í høvuðsheitum at skapa eitt forum, har ljós verður varpað á ungdómsmentanina í Føroyum og fyri at vísa, hvat tey ungu í Føroyum duga og vilja. Her sleppa tey framat á palli undir góðum umstøðum, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas.
Hedvig Westerlund-Kapnas er væl nøgd við tiltakið, ið er tað størsta av hesum slag í Føroyum:
- Alt hevur gingið sum eftir ánni. Øll hava skapað júst tað, tey hava havt hug til í frið og náðum, men samstundis í serliga ágrýtnum arbeiði. Sjálvandi væntaði eg, alt fór at ganga væl, men at vit heilt sluppu undan trupulleikum, er bert enn ein dreymur, ið er gingin út.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Úr øllum herðashornum
Hedvig Westerlund-Kapnas vísir á, at vandi altíð er fyri, at bara somu andlit síggjast aftur ár undan ári:
- Tí er tað stuttligt at síggja, at tey ungu, ið luttaka í ár, koma úr øllum herðashornum og eru í øllum aldri. Øll eru ikki á sama støði, nøkur er komin rættiliga langt innan sítt listarliga økið og kunnu í roynd og veru kallast verulig listarfólk. Men eisini luttaka nógv, ið júst eru byrjað og hava framúr listarligargávur, men bara ikki nógvu royndirnar. Nýtt blóð er altíð gott.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$