Væleydnað uppseting av klassikara

Ummælararnir í Sosialinum og Dimmu eru á einum máli um, at leikurin Náttarherbergið, ið Tjóðpallur Føroya spælir í hesum døgum, er sera góður.

Leikurin hevði frumframførslu mikudagin og verður einans sýndur í eitt stutt tíðarskeið, orsakað av at onkur leikari skal undir annan leik uttanlands. Uppsetingin, ið Kristina Hansen hevur leikstjórnað, fær sera góð ummælir í báðum teimum stóru bløðunum.

Ummælarin í Dimmalætting skrivar:

?Tey sjey leikandi, ið leika teir 17 leiklutirnar megna sína uppgávu til UG(...)Stórt rós til Tjóðpall Føroya, leikarar, hjálparfólk og ikki minst Kristinu S. Hansen, sum hevur leikstjórnað Náttarherbergið. Eitt stórt herðaklapp skal ljóða her frá fyri ein framúr góðan leik, sum hevur eitt sindur av hvørjum. Hann er álvarsligur, syrgiligur, stuttligur, gevur gásahold og er enn so sera viðkomandi. Í stuttum: Ein tragikomiskur leikur við massar av fyllu.?

Meðan ummælarin í Sosialinum skrivar soleiðis:

?Tað er djarvt av Tjóðpallinum at satsa upp á ein so krevjandi klassikara, sum Nátterherbergið eftir Maxim Gorki er. Men satsið eydnast og her býðst føroyska áskoðaranum eitt høvi at uppliva eitt meginverk í dramatisku heimsbókmentunum í eini livandi og viðkomandi føroyskari útgávu(...)í uppsetingini hjá Kristinu S. Hansen eru tað eisini persónar av kjøti og blóði við sterkum kenslum og litríkum persónsserkennum, ið vit møta. Men hóast trúskapin móti naturalistiska upprunanum kenst uppsetingin bæði moderna og livandi.?