12 lið tóku lut í innandura fótbóltskappingini, sum Egil á Bø, liðskipari hjá EB/Streymi skipaði fyri, fyri at savna pening til átakið ?Í menniskjum góður tokki?.
100 áskoðarar komu til kappingina, og umframt keypt atgongumerki, so kom peningur eisini inn frá kaffisøluni. Feløgini sum tóku lut í kappingini, og Fótbóltsamband Føroya góvu eisini hvør sítt íkast, og Egil á Bø hevur vónir um, at talan verður um eina munagóða peningaupphædd, sum kemur inn til ?Í menniskjum góður tokki?.
12 lið tóku annars lut í kappingini. HB og B71 góvu avboð. Ì teirra stað komu FC Hoyvík, og so eitt B-lið hjá EB/Streymi, sum Egil sjálvur var við til at manna.
KÍ, NSÍ, B68, B36, FC Hoyvík og EB/Streymur A komu víðari í millumspælið.
NSÍ vann bólk A frammanfyri KÍ, sum gjørdist nummar tvey, og B68 sum gjørdist nummar trý.
B36 vann bólk B frammanfyri FC Hoyvík sum gjørdist nummar tvey, og EB/Streym A, sum gjørdist nummar trý.
B36 vann 4-2 á NSÍ í finaluni. Dysturin um triðja plássið endaði við 2-1 sigri til FC Hoyvík ímóti KÍ.
Egil á Bø heldur, at tað gekk sera væl at avgeiða kappingina, og at hýrurin var góður í ítróttarhøllini á Eiði, sum var karmur um ta vælgerandi innandura kappingina, sum Egil á Bø tók stig til.