Vælferðarsamfelagið Føroyar!

   

Svenning Borg, Vágur
??????????????????

Síggi í bløðunum, at Høgni Hoydal fær 116.000 kr. í løn um mánaðin frá tí almenna.
Hugsandi um tey, sum á flakavirkjum og fiskavirkjum stríðast alt árið fyri næstan tað sama, sum hesin almenni garpurin fær um mánaðin, má ein bara øtast. At hettar kann bera til, sigur bara hvat støðu okur eru í.
Sjálvandi ber væl til at tosa um sjálvberandi búskap við sovorðnari løn, men ikki haldi eg, at lønin er uppiborin!
Skattur og avgjøld kunnu væl brúkast til sovorði, um so figgjarlógin gevur hall.