Vælferðarsamfelagið  ikki bert eitt hugtak

 Í eini tíð, tá alheimsgeringin er komin inn á okkum, mugu vit eisini duga at broyta hugsunar- og arbeiðshátt, sigur forkvinn­an í strategi­bólkinum um vælferð, sum hevur gjørt tilmæli til við lóg at seta væl­ferðarráð á stovn

Dagny Joensen


 Vit tosa vanliga um væl­ferðar­samfelagið í so breiðum týdningi, at tað meira verður eitt hugtak, men vit tosa ikki so nágreiniliga um, hvat henda vælferðin skal innihalda, sigur Helena Dam á Neystabø.
 Heitið vælferðarsamfelagið er frá 1950  60 árunum, tá eitt nú fólkapensiónin og seinni aðrar sosialar skipanir vóru settar í verk í Føroyum. Tær vóru stovnsettar í eini tíð, tá politiska mynstrið var so nógv øðrvísi enn í dag.
 Síðani eru aðrar sosialar skipanir settar í verk fyri at fyri­byrgja, at fólk detta niður ímill­um ymsu skipanirnar, men tær eru ikki dagførdar, tó at samfelagsmynstrið eitt nú við alheimsgerini er so nógv broytt.
Strategibólkurin mælir til, at eitt vælferðarráð við lóg verður stovnað á jøvnum føti og við somu tign sum eitt nú Búskaparráðið og Løgtingsins Umboðsmaður. Ráðið kann gera viðmerkingar til tann førda politikkin í einum langtíðarhøpi og meta um framtíðarútlitini, fyri at tryggja og menna vælferðina hjá borgarunum.
Vælferðarráðið eigur at greina tær avbjóðingar, sum standa fyri framman. Eisini at birta undir orðaskiftið og stimbra viljan til framhaldandi menning av einum samhaldsføstum væl­ferðarsamfelagi.
Frá politisku hugsanini til tað fakliga
Helena Dam á Neystabø, stjóri í Føroya Skúlabókagrunni, kennir almannaskipanina innanífrá. Hon var landsstýrismaður fyri Sjálvsstýrisflokkin í Almanna- og Heilsumálum frá 1998  2001. Á valinum í 2004 stillaði hon upp fyri Javnaðarflokkin, men var ikki afturvald. Síðani fór hon 47 ára gomul á Odnese Universitet at taka masterútbúgving innan leiðslu og fyrisiting, serliga innan tað almenna og fekk prógv tvey ár seinni.
Hóast tað, so hevur Helena Dam á Neystabø ikki mist áhugan fyri politiska arbeiðinum. Hon hevur fylgt væl við í polit­iska orðaskiftinum og helt tað vera øgiliga stuttligt at fáa áheitanina at arbeiða í strategi­bólkinum um vælferð.
Serliga áhugavert helt hon tað vera at sleppa burtur úr politiska leiklutinum og fáa møguleikan at hava fjøllbroytt atlit til evni og spurningar, uttan at hugsa politiskt.
 Í politikki gongur alt skjótt fyri seg, og tú skalt taka avgerðir, hóast málini kanska ikki altíð eru so liðug, sigur Helena Dam á Neystabø.
 Tað var tí áhugavert at fara frá politisku hugsanini til tað fakliga, og at hava fólk uttan fyri politisku skipanina, sum hava evnir og serkunnleika at gjøgnumskoða, hvat tað er sum fær tingini at henda.
 Av royndum sum politikari skilji eg væl, at tað er neyðugt at yrkislærd fólk uttan fyri politisku skipanina arbeiða við hesum spurningum. Tey kunnu geva politikarum eina meting av, hvussu skipanirnar, sum politikarar hava sett í verk, virka. Tað nýtast ikki at vera vánaligar lógir, men kanska virka tær ikki eftir ætlan, av tí at eingin strategi liggur til grund fyri lógunum.
Menniskjansliga tilfeingið týdningarmest
 Tað týdningarmesta í einum samfelag er menniskjansliga tilfeingið, sum bert virkar opti­malt, um tað verður motiverað. Tað verður ikki gjørt nóg nógv herheima fyri at motivera og eftirútbúgva starvsfólk, sum skulu kappast við onnur á sama øki uttanlands.
 Vit hava ein arbeiðsmarknað, sum líkist honum, grannalondini høvdu fyri 30 árum síðan. Tann dynamikkur, sum er í øðrum londum, hevur givið teimum fyrimunir, sum vit ikki hava, sigur Helena Dam á Neystabø.
Vanlig hugsan er, at um vit ikki tillaga okkum altjóðageringina, verða vit við undirlutan. Strategi­bólkurin metir hinvegin, at tað er eingin andsøgn at satsa upp á eina sterka og væl út­bygda vælferðarskipan og vinnu­ligan framburð sam­stundis. Tvørturímóti, innova­tión er kjarnan í nútímans vinnumenning.
Finnland, Noreg, Svøríki og Danmark eru altíð millum 10 tey fremstu londini, tá tað ræður um búskaparvøkstur, støði á vælferðarágóðum og nøgdsemi millum fólk. Tey londini, sum einvíst satsa upp á marknaðarfrígering, kunnu ikki vísa á serstakan búskaparligan vøkstur.
Eitt amboð til at taka
Upprunaliga er Helena Dam á Neystabø útbúgvin cand.mag. í donskum og týskum og stjóri á Føroya Skúlabókagrunni frá 1991, tó við farloyvi tey árini, hon var í politikki, og tá hon tók master útbúgvingina í Odense.
Sum stjóri á einum stovni, har hon hevði verið burtur í eini fýra ár, kendi hon seg hava tørv á at ogna sær størri vitan fyri at menna seg í stjórastarvinum og fyri at motivera starvsfólkini.
 Eg hevði fingist lítið við mítt fak, síðani eg fekk prógv fyrst í áttatiárunum, men eg hevði gjørt so nógv annað. Tí fór eg undir útbúgving, sum kundi seta mínar ymsu arbeiðsroyndir í relieff.
 Útbúgvingin innan leiðslu og umsiting gav mær vísundaliga tilgongd til projektarbeiði. Har var nógv skriving og greining av ymsum samanhangum bæði samfelagsliga og búskaparliga.
 Serliga áhugavert var læru­greinin organiserað psykologi, sum vísti, hvussu fyritøkur og feløg virka sum organiskar mekanismur og ikki sum hjá okkum, at ein fyritøka er sett saman av stjórum, deildar­leiðar­um og starvsfólkum annars o.s.fr..
 Tað mest gagnliga í míni útbúgving var, at eg fekk møgu­leika at fáa eitt amboð at síggja tingini úr øðrum sjónarhorni.
 Tað var gott fyri meg og lættari at koma víðari. Bert spell at eg ikki hevði hesi amboð til at taka, meðan eg var í politikki, men sum Kierkegaard sigur.Livet skal leves forlæns, men forståes baglæns.
Vælferðarráð gagnligt fyri allar partar
Tað hevur stóran týdning at eitt møguligt vælferðarráð fær tign og virðing millum manna, sum kann samanberast við eitt nú Løgtingsins Umboðsmann og
Búskaparráðið. Høvdu vit fingið eitt vælferðarráð, sum ópolitiskt og óheft av øðrum stovnum kundu givið síni tilmæli um samfelagsgongdina, hevði tað verið ein fyrimunur. Ráðið skal meta um allar tættir, t.d. hvussu lógin um vinnuligan fiski­skap ávirkar menniskju og væl­ferðna eins væl og at ráðið skal meta um tær sosialu skipanirnar.  Í eini tíð, tá alheimsgeringin er komin inn á okkum, mugu vit eisini duga at broyta hugsunar- og arbeiðshátt, sigur Helena Dam á Neystabø.
Bólkurin er settur saman av serfrøðingum innan ymsar tættir í samfelagnum. Í bólkinum sita: Helena Dam á Neystabø, Rolf Guttesen, geografur, Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur og Randi Frederiksberg, geografur.