Vit eru øll samd um, at Føroyar skulu gerast bíligari at reka. Hesum hava vit arbeitt við av øllum alvi, síðan Javnaðarflokkurin kom í hesa samgongu. Undirskotið á fíggjarlógini fyri 2010 verður eftir øllum at døma einar 200 milliónir lægri, enn upprunaliga væntað. Hetta er m.a. orskað av neyvum og skilagóðum fíggjarpolitikki, sum vit hava staðið á odda fyri.
Men hin vegin vilja vit ikki vera við til at knúsa týdningarmiklar vælferðartænastur, so sum skúlaverk, heilsuverk og almannaverk. Skulu vit nú í 12. tíma at spara 27 milliónir afturat, so er neyðugt at gera sær greitt, hvat avleiðingin er av hesum. Verður eingin semja um at leggja upp fyri teimum eyka útreiðslum, sum sáttmálasamráðingarnar eru orsøk til, so kann avleiðingin verða tann, at vit, heldur enn at taka ábyrgd av at halda lív í bæði búskapi, trivnaði og vælferðartænastum, geva samfelagnum enn ein skelk omaná teir skelkir, sum standast av fíggjarkreppu, Eik-húsaganginum og nú til seinast av, at Fiskavirking fór av knóranum og hundraðtals arbeiðsfólk send heim.
Semjast vit ikki um at taka avleiðingarnar av sáttmálasamráðingunum í álvara, so merkir tað, at vit skulu til at siga týdningarmiklum starvsfólkum upp. Fylgjurnar verða tá:
25 heilsustarvsfólk mugu sigast úr starvi. Hendir hetta, so verður neyðugt taka burtur týdningarmiklar viðgerðir til sjúklingin.
25-30 fólkaskúlalærarar verða sagdir út starvi afturat teimum 50 ársverkunum, sum vóru tikin úr fólkaskúlanum í august mánaða í ár. Hetta hevur við sær færri undirvísingartímar til børn okkara.
10-15 miðnámsskúlalærarar verða sagdir úr starvi. Hetta merkir, at útbúgvingartilboð verða tikin frá okkara ungdómi, sum í staðin verður sendur út í arbeiðsloysi.
50 røktarstarvsfólk innan Nærverkið mugu sigast úr starvi, og enn fleiri gomul fara at liggja óhjálpin heima.
Týðandi stovnar, sum t.d. Strandferðslan verða skerdir, og hetta kann fáa óhepnar avleiðingar fyri útjaðaran
Við ætlaðu sparingunum, sum eru avtalaðar í sambandi við fíggjarlógaruppskotið, eru vit longu komin til pínumarkið fyri, hvat sparast kann á kjarnuøkjunum í vælferðarskipanunum. Skulu vit harumframt nú til at økja um sparingarnar við 20-30 milliónum krónum, verður farið út um mark, hvat hesar grundleggjandi tænastur tola.
Samfelagsliga kann dýrasta avleiðingin verða, at ungdómur og barnafamiljur, ið hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman, heldur velja at flyta av landinum. Samstundis steðgar hetta teimum, ið høvdu ætlað sær at flyta heimaftur. Hetta verður til óbótaligan skaða fyri okkara samfelag.
Javnaðarflokkurin hevur hesi boð uppá støðuna:
Í fyrstu atløgu skulu vit í fíggjarlógini 2011 leggja upp fyri sáttmálahækkingunum innan vaktarskipanir á sjúkrahúsum, eldrarøktini og serforsorgini og innan skúlaverkið og javningini av almannaveitingum. Hetta økir samlaða hallið á fíggjarlógini við umleið 10 milliónum. Henda kostnað meta vit vera lítlan í mun til stóru menniskjaligu, samfelagsligu og búskaparligu avleiðingarnar, ið fyrilitarleys sparing hevur við sær.
Í aðru atløgu mæla vit til, at tað beinan vegin verða tikin stig til átroðkandi nýskipanir, serliga innan skúlaverk, kommunubygnað, fiskivinnubygnað og innan almannaverkið, har veitingarnar í størri mun skulu koma teimum, ið tørva til góða. Hetta er fyritreytin fyri, at vit komandi árini kunnu tillaga almennu útreiðslurnar til okkara búskaparligu orku.
Javnaðarflokkurin heitir tí á løgmann, um at boða okkum frá, hvørt løgmaður og Sambandsflokkurin vilja fyrilitarleysan borgarligan sparipolitikk saman við Fólkaflokkinum ella at taka neyðug stig til at tryggja føroyska vælferðarsamfelagið saman við Javnaðarflokkinum.
á Gl. Apoteki 15. desember 2010
Javnaðarflokkurin