Hví kunnu vit ikki menna tær almennu tænasturnar, heldur enn at royna okkum fram við fólki, sum ofta eru veik?
Tað spyr Jóngerð Simonsen, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum.
Hon ávarar ímóti hugburðinum, sum hevur tikið seg upp í Havn, nú býráðið hevur fingið nýggjan meiriluta.
Aðrastaðni hevur eitt rák tikið seg upp, har loysunarorðini eru vinningur, einskiljing, egingjøld og at fáa sum mest fyri pengarnar.
– Her heima á landi, vóru ávísir, høgravendir, politikarar skjótir at lofta nýggju hugskotunum, og við tíðini er tað merkiliga hent, at øll politiska skipanin nú er opin fyri møguleikum tann vegin.
– Onkursvegna er tað vorðið smart og nýmótans at hugsa sum ein heilsølumaður, ið selur undirbuksur, trussur og brósthaldarar, og at brúka tað, sum leist fyri, hvussu vælferðarsamfelagið skal rekast, heldur hon.
Hon sigur, at beint sum nýggi býráðsmeirilutin í høvuðsstaðnum var um at taka við, kunngjørdu tey, at nú skuldi onnur bót kókast.
– Heldur enn at styrkja samhaldsføstu skipanirnar, skulu pensjonistar framyvir gjalda fyri tænastur, sum privatir skulu veita teimum.
– Men tað gingu ikki nógvir tímar til høvuðsarkitekturin, nývaldi býráðslimurin fyri Framsókn, Bergunn Kass, dróg í land og sissaði fólk við, at hetta fór at vera púra sjálvboðið, og at talan bara var um, at marknaðarkreftirnar sjálvar skuldu koma við tilboðunum, og so kundu fólk taka av, gjalda ella lata vera.
– Pakkin er also ætlaður teimum, ið hava fyltan pengapung og sum hava ráð at gjalda fyri eitt nú reingerð, dygdargóðan mat og kanska gott selskap eisini. Hini mugu so bara liva av almennum tænastunum, har tað ikki svitast, at tær fara at minka so hvørt brúkaragjøldini vaksa og privatiseringarnar gerast fleiri.
Jongerð Simonsen spyr, hví vit skulu einskilja, tá ið vit hava vælvirkandi almennar tænastur. Hví ikki útbyggja við verandi leist heldur enn at royna okkum fram við brúkarum, sum ofta eru veikir og viðkvæmir, spyr hon.
– Tá ið fólk stúra fyri avleiðingum av óhepnum broytingum, taka tey stundum til orðatakið “har ein skriða er lopin er onnur væntandi”. Tá ið talan er um at seta brúkaragjøld fyri almennar tænastur og heilsurøkt, kemur orðatakið í øllum føri til sítt rætta pláss.
– Í Íslandi byrjaði avgjaldsørskan av álvara fyri 20 árum síðani og gongdin er ræðandi. Í Íslandi byrjaði tað í smáum, í Tórshavn er ætlanin at byrja í smáum nú, staðfestir hon.
Nevndarlimurin í Starvsmannafelagnum heldur, at í roynd og veru standa brúkaragjøld beinleiðis í andsøgn við almennar tænastur, sum fyri tað mesta verða fíggjaðar við skatti, avgjøldum, og frá inntøkum av ali- og fiskiloyvum, og øðrum.
– Ein almenn tænasta má fyri alt í verðini ikki gerast til »business«. Fyri tað fyrsta er tað fyrsta als ikki so snilt sum »managementmenninir« halda og fyri tað næsta er tað hvørki etiskt ella moralskt.
– Fara vit at pilka við hesa skipanina, koma vit at skapa ein ein ókendan ójavna, sum er púra ókendur í Føroyum, og sum kann forkoma tí vælferðarsamfelag, vit hava í dag.
– Almennu vælferðarskipanirnar eiga heldur at betrast og víðkast, og barnaansing, og onnur brúkaragjøld vit hava nú, eiga stigvíst at verða strikað, heldur Jóngerð Simonsen.