VÆLKOMIN
Flaggdagurin 25. apríl hevur júst verið, og minnir hann okkum á, at summar er í hondum. Tað er nú, at stevnurnar byrja runt landið.
Tann fyrsta árliga stevnan hevur nú í fleiri ár verið bátafestivalurin á Toftum, sum liggur fyrsta vikuskiftið í mai.
Bátafelagið á Toftum hevur hesi seinastu árini ment hetta tiltakið til veruliga at vera ein festivalur, sum er afturvendandi hvørt ár, og sum fólk tosar um og gleðir seg til.
Aftur í ár hevur festivalurin eina fjølbroytta skrá fyri bæði børn og vaksin. Fleiri kend nøvn eru við, sum fara at undirhalda í stóra teltinum.
Umstøðurnar hjá bátum og kampingvognum eru í top, so tað er at seta kós - og seta hvørjum øðrum stevnu á bátafestivalinum hin 7. mai.
Vælkomin til Toftir leygardagin!