Vælkomin á Barnafestival 5. juli í Grasagarði

Dagurin verður skipaður við ymiskum áhugaverdum og kreativum tiltøkum. Umframt pallin og grasvøllin í Grasagarði er ætlanin at brúka allar krókar, sum finnast á økinum. Her eru nøkur úrvald tiltøk:

Á smábarnaøkinum verður fult av spannum, spakum, gravimaskinum, rusjibanum, sandkassum o.ø.

Nósi kemur at vitja við ballónum, og hann hevur eisini sína egnu hoppiborg við, sum børnini sleppa at royna.

Í niðastu hæddini í Tilhaldinum verður Kafé, og eisini verður málningaframsýning av verkum, sum børnini í Myndlistaverkstaðnum í Margarinfabrikkini hava gjørt.

Í Kreativa verkstaðnum verður møguleiki at gera prýðislutir, tekna, fáa andlitið mála og flætta hár.

Á Grillstaðnum fáast pylsur og sneisadrýlar.

Í Sølubúðini, sum verður uttan fyri Tilhaldið, verður søla av pannukøkum, slush-ice, milkshake, candyfloss, poppkorn, soft-ice o.ø.

Um kvøldið verður barna- og ungdómskonsert á pallinum í Grasagarði. Teir tríggir bólkarnir, ið fara at framføra, eru úr Margarinfabrikkini, punk/rock bólkurin A25 við Halli Thomsen frá TALENT og Nicolai Kielstrup, (Dk), sum hevur vunnið MGP? Danmark.

Annars kostar tiltakið 50 kr. fyri børn + 10 kr. til kreativa verkstaðin og 10 kr. til grillina. Foreldur ókeypis. Atgongumerkini eru til sølu í Kunningarstovuni og í Margarinfabrikkini.

Prísurin fyri børn er kr. 50,00 + kr. 20,00 til grillina og kreativa verkstaðin.

 

Skrá

Grasagarður letur upp kl. 10.00.

Gyklarin kl. 13.00

Ævintýraferðin kl. 15

Meyla og Jóannis kl. 17

Konsertirnar kl. 20 Margarinfabrikkin