Disklop í rygginum hevði við sær, at 46 ára gamli kollfirðingurin, Tróndur Simonsen, noyddist at velja sær arbeiði, ið til ber at gera standandi.
Hann valdi at fara at fáast við traðkisúklur, og fyri stuttum varð hann útlærdur súklusmiður. Hann hevur lært í Jútlandi, og var ein hin besti næmingurin á skúlanum. Sveinastykkið hjá sær, eina kappsúklu, ið hann gjørdi úr enda í annan, fekk hann 11 fyri. Sonur Trónd sæst javnan við sveinastykkinum á vegnum. Víðfarna sveinastykki er javnan heilt norðuri í Vík og á Eiði.
Tróndur fer at leggja seg eftir at gera eitt gott umvælingararbeiði. Góðska og prísur fara at fylgjast í arbeiðinum hjá Tróndi.
Handil og verkstaður hjá Tróndi liggja í gulu húsunum, beint niðanfyri klædnahandilin, Friendtex, í líðini í Kollafirði.