Vøllurin er í fínum standi

Niðurteljingin til HM undankappingardystin í Graz í Eysturríki millum Eysturríki og Føroyar er av álvara byrjað.

Umboðini fyri Rás2, Sosialin og Portalin eru komin á stadion og leggja nú síðstu hond á fyrireikingarnar.

Í gjár regnaði av grimd í Graz. Vøllurin, har Eysturríki og Føroyar skulu spæla í kvøld var so mikið vátur, at tað varð mett ikki at vera ráðiligt, at føroysku spælararnir í gjárkvøldið vandu á vøllinum.

Í allan dag hevur verið sól og heiður himin í Graz, og vøllurin, sum spennandi uppgerðin skal spælast á, sær út sum eitt billardteppi.