Oleg Blokhin, ukreinski venjarin:
Svangaskarð: Eftir dystin á leygardagin hevði ukreinski venjarin, Oleg Blokhin, tíðindafund fyri ukreinsku miðlunum. Alt gekk fyri seg á ukreinskum, men Ivan Eginsson týddi tað, sum Oleg Blokhin segði, fyri føroysku fjølmiðlunum.
Oleg Blokhin fanst harðliga at Domenech og franska fótbóltssambandinum. Ukreinski venjarin metti, at teir høvdu gjørt alt fyri at leggja fót fyri Ukreina, nú stríðið um vøllin tók seg upp.
Oleg Blokhin fór enntá so langt sum at siga, at vøllurin á Toftum ikki var egnaður til HM-undankappingardystir, men heldur átti at verið nýttur til amatørdystir.
Óneyðugt at koma áðrenn
Um orsøkina til, at ukreinar komu so seint til Føroya – bara 20 tímar áðrenn – svaraði Oleg Blokhin, at tað var eingin grund til at koma áðrenn.
Teir sóðu ikki nakra orsøk til at venja á vøllinum áðrenn, men vandu heldur áðrenn teir fóru heimanifrá.
Nøgdur við liðið
Annars var Oleg Blokhin nøgdur við sítt lið og sigurin. Eftir umstøðunum hevði Ukreina spælt hampiliga fótbólt, og til tíðir góðan fótbólt, segði Oleg Blokhin.
Uttan at koma nærri inn á tað, so metti hann somuleiðis, at teir høvdu valt rættan taktikk ímóti føroyingum.
Men Oleg Blokhin legði so aftrat, at vánaligi vøllurin kundi havt kostað teimum sigurin, og at hann heldur hevði ynskt at spælt á graslíkisvøllinum hinumegin B68-húsið.