Ofta verður sagt og funnist at, at føroyingar ikki kunnu standa saman, men tað hevur hetta landsstýrið dyggiliga mótprógvað.
Hóast ákoyringarnar frá báðum bløðunum og partvís eisini frá loftmiðlunum hava verið støðugar og ógvusligar, samstundis sum tað eina stórmálið fyri og annað eftir skuldi loysast umframt fullveldismálið, livir landsstýrið við sítt fríska lív.
Hetta væntaði danska stjórnin ikki og ei heldur Javnaðarflokkurin í Føroyum. Javnaðarflokkurin hevði lyndi til at seta seg upp aftur á og lata blaðið koma við sínum dagligu ákoyringum. Eg minnist, at fleiri fólk, sum eg møtti, spurdu: »Hvussu leingi man Høgni Hoydal fara at halda til hetta« ? »Hetta heldur hann ikki leingi til«. Men árið fór og einki munti. Javnaðarflokkurin fekk ábreiðslur frá veljarunum. Faldarin kom, men hann gjørdi hvørki frá ella til, og teirra »andstøðupolitikkur« verður neyðarsligari og neyðarsligari. Allur flokkurin hevur fingið Eidesgaard, sum Tóra Hjørleifsdóttir málber seg.
Teir liva av bara at finnast at, at tileinkisgera alt føroyskt, venda og snara sær higar og hagar, og einki kemur fram, hvat teir vildu gjørt um teir skuldu fingið maktina. Hvør skuldi verið løgmaður t.d.? (Tað plagdu teir at gera nógv burturúr). Eidesgaard? Edmund Joensen? Uttan mun til, hvat fólk velja, yppa tey øksl og verða foyð, um tú ber hetta upp á mál. Hóast tað nú verður sagt, at tað eru ikki pengarnir, sum binda okkum til Danmørk, hevur tað alla mína tíð verið høvuðsgrundgevingin fyri, at vit ikki kundu ráða okkum sjálvum. Tað var stórasleggja, sum varð ripað í høvdið og so varð hildið, at tað lirraði ikki eftir í tær. »Kom við einari milliard, so skal eg vera fyri loysing«, varð sagt.
Bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin ikki so mikið sum nevna fyri sínum veljarum tann óreingiliga VERULEIKAN, at blokkurin verður tikin burtur, uttan mun til fullveldi ella ei. Sambandsflokkurin roynir at koma við tí, at tað er hetta landsstýrið, sum hevur skyldina. Teir hava gjørt danir fornermaðar. Barnsligt, sera barnsligt og neyðarsligt.
Jógvan Sundstein vísti skilagott á, at Javnaðarflokkurin aftan á seinastu samráðingarnar kundi havt akslað seg av nýggjum. Tað kunnu teir gera enn. Atli Dam vísti eisini á okkurt, sum eg havi gloymt. Hann plagdi at siga, at málið skuldi búnast. Í summum førum var hetta rætt, men tað kravdi vaksið og ungt fólk, ið alla tíðina fylgdi við tí, so ein ikki lá sjóvarfallið av sær. Atli kundi brávenda og koma væl frá tí, men nú situr hann hálvgamal aftan leiktjøld. Soleiðis er lívið. Sjálvur siti eg í mínum lagi og skrivi míni lesarabræv og rakni rættuliga við. Eg eri liðugur við at skriva um blokkin. Tá ið eg byrjaði at skriva fyri einum mansaldri síðani, segði man altíð »danskar pengar«. Hvørki mær ella nøkrum øðrum tørvar at grundgeva fyri, at okkum ikki tørvar blokkin og um hansara skaðiliga árin á okkara búskap. Um vit gráta ella læa taka danir blokkin burtur. Um fá ár er blokkurin horvin. Ótrúligt, men veruleiki.
Ein løgin kensla, tú mást líka sum summa teg eina løtu. Fara upp at ganga. Drekka eitt eyka krúss av te og roykja eina pípu, hóast tú hevur roykt eina í morgun.
Í Donsk-føroysku orðabókini stendur: Befrielse = loysing. Ætlaði bara at skriva orðið befríilsi, men loysing er rættari. Eg kenni meg loystan frá hesum blokki. Hetta landsstýrið við sínum dugnaligu em-bætismonnum og teir løgtingslimir, sum so manniliga hava staðið aftan fyri tað, eisini Miðflokkurin og Jenis av Rana, hava rós og tøkk uppiborna.
Tey trý, Helena, Anfinn løgmaður og Høgni Hoydal hava klárað seg sera væl, hóast allar súðir ikki eru syftar. Millum fólk, uttan mun til partapolitikk, er virðingin fyri teimum trimum vaksin. Ofta hoyrir tú, at fólk viðganga, at tey ikki høvdu væntað, at tey kláraðu seg so væl. Fólk frøast ikki minst um, at tey arbeiða so væl saman. Vælsignaðar várvónir.
Steinbjørn B. Jacobsen