Vælumtókt føroyakvøld

Ferðavinnan í Eysturoynni er í ár farin undir at skipa fyri sokallaðum føroyakvøldum. Tvey hava longu verið, og verða tvey aftur um ikki so langa tíð í Kappróðrarneystinum á Glyvrum og á Hotel Eiði

Eysturoy: Føroyakvøld er eitt nýtt tiltak á skránni hjá Ferðavinnuni í Eysturoynni. Tvey av hesum kvøldum eru longu farin afturum bak, men ætlanin er at skipa fyri fleiri hesum líkum kring alla oynna.
Kvøldini eru sera fjølbroytt við eini breiðum úrvali av undirhaldi. Hesi føroyakvøldini eru ætlað bæði ferðafólkum og føroyingum sjálvum, sum vilja uppliva eitt sindur av føroyskari mentan og mati.
Borðreitt verður við føroyskum mati, og eisini er høvi at síggja tann føroyska tjóðbúnan. Føroyskur dansur, filmur um Føroyar, upplestrar, felagssangur, kórsangur og mangt annað, eru bara brot burturúr fjølbroyttu skránni ferðavinnan í Eysturoynni kann bjóða teimum, ið hava hug til at vera við eitt tílíkt kvøld.

Væleydnað

Tvey føroyakvøld hava longu verið, og vórðu tey væleydnað, og gestirnir vóru ógvuliga væl nøgdir, frætta vit av Kunningarstovuni í Runavík.
? Tað er ymiskt staði til stað, hvussu nógvum fólkum pláss er fyri eitt slíkt kvøld, men tað svingar ímillum 50 til 150, sigur Rannvá á Kunningarstovuni í Runavík.
Tann 12. juli og tann 16. juli verða tvey føroyakvøld aftur á skránni, ávíkavist í Kappróðrarneystinum á Glyvrum og á Hotel Eiði.
Eisini ber til hjá luttakarunum at síggja føroyskt framleiddar vørur, og um hugur er til tess, ber eisini til at ogna sær okkurt serføroyskt. Til dømis hava Snældan, Tøting og Eysturoyar Heimavirkið sýnt fram føroyskar vørur hesi kvøldini, og sum nakað heilt serligt, so skipa tey ymsu plássini eisini fyri, at fáa lokal fólk at selja og sýna fram okkurt, sum tey sjálvi hava virkað til.
Um hugurin nú skuldi verið til at sloppið á eitt tílíkt føroyakvøld er at seta seg í samband við eina av kunningarstovunum í Eysturoynni ella Sjómansheimið í Runavík.