Tiltikna íslendska vølvan hevur almannkunngjørt sínar spádómar fyri 2001, og hon sær fyri sær eitt dapurt ár við nógvum stríði, náttúruvanlukkum og fíggjarligum trupulleikum.
Vølvan plagar at koma við sínum spádómum móti endanum av árinum í íslendska blaðnum Vikan, og ársins boð er komið.
Sambært norðurlendskari gudalæru er vølvan ein spákona, og síðani fyrstu búsetingarnar í Íslandi í 9. øld, hava vølvurnar verið til. Higartil hevur eingin vita, hvør íslenska vølvan er, men í ár verður avdúkað, at hon eigur Sigriður Klingenberg.
Bush tunga byrjan
Vølvan roknar við, at veruligt kríggj fer at bresta á í Miðeystri.
Hon heldur, at tær friðarsamráðingar, sum fara fram millum Ísrael og palestinar í løtuni, ongan frið fara at hava við sær, og Yassir Arafat fer at missa valdið orsaka av vánaligari heilsu.
Nývaldi forsetin í USA, Geroge W. Bush, fer sambært vølvuni at fáa eina harða byrjan, og innan stutta tíð farr atfinningarnar at regna yvir hann. Hinvegin fer tað at ganga væl hjá famijuni Clinton, roknar vølvan við.
Vølvan sigur, at í komandi ári fara náttúruvanlukkur at raka Turkaland, Filipinirnar og Kina. Harafturat fer eisini ein størri vanlukka at raka Afghanistan.
Føroyingar siga ja
Ísland fer eisini at líða undir náttúruvanlukku. Komandi summar fer ein jarðskjálvti at raka Ísland, og síðani fer eisini at goysa nær íslendsku strondini.
Fiskiídnaðurin í Íslandi fer at fáa stórar trupulleikar, og nógv virki mugu lata aftur, tí størri partur av arbeiðnum verður gjørdur umborð á skipunum.
Og nú vit eru í grannalagnum, so fara føroyingar at siga ja á fólkatkvøðuni komandi ár, roknar Vølvan við. Hon heldur, at føroyingar komandi ár fara at vísa, at teir kunnu standa á egnum beinum, og at teir fara at siga ja til fullveldi.
Mótvegis øðrum heimspartum, har Vølvan roknar við ófriði, stríði og vanlukkum, verða Norðurlond merkt av friði og eini góðari tíð.
Rætt og skeivt
Av ørðum, sum Vølvan roknar við í 2001, kann nevnast, at Bjørk fer at vinna eina Oscar fyri sín leiklut filminum í Dancer in the Dark, bretski boksarin Prince Nazeem fer at standa seg sera væl, og sjónleikarparið Bruce Willis og Demi Moore fara at finna saman aftur.
Nýggjar upplýsingar fara at koma fram um vanlukkuna við kavbátinum Kursk, og heimsbúskapurin fera vera fyri bakkasti.
Vølvan fekk rætt í nøkrum av sínum spádómum fyri 2000. Hon segði, at svenska prinsessan Viktoria fór at finna sær mann, og at Hilary Clinton fór at vinna eitt val. Hinvegin fekk hon ikki rætt í, at enska drotningamamman fór at doyggja á vári í ár.