Vælverustevna á Valentinesday

14. februar er ein serligur dagur fyri mong. Amerikanska høgtíðin Valentinesday verður um vikuskifti, og hendan dagin verður eisini vælverustevna í Klaksvík. Nógv ymiskt og heldur øðrvísi verður á skránni, tá fyrsta vælverustevnan í Føroyum letur upp leygardagin 14. februar. Yoga, vælvera, heilsa, meditation og móti verða høvuðstátturin í Klaksvík hendan dagin. Skráin fyri Vælverustevnuna sær soleiðis út.

 

16.00: Høllin letur upp

16.30: Vælkomin- og leskiligur vælkomu-drykkur

16.00: Buffet við tailendskum mati letur upp, umframt kaffi-, øl- og salatbarrin

16.30: Verkstovurnar lata upp. Á øllum básum eru fakkøn fólk, ið vegleiða og vísa tær møguleikarnar innan heilsu, vælveru og undirhald. Básarnir umboða vælveru, bæði inn- og útvortis vælveru, útsjónd, móta, hár- andlits- og kropsviðgerð. Njótilsi ? líka frá ferðum í egnum likami til ferðina út í heim

16.45: Jens Marni Hansen syngur

18.00: Anja Nielsen, fitness coach:

?Hvussu vendur tú undirskot til yvirskot?

19.00: Stór mótasýning

19:30: Lydia Petersen, stílráðgevi: ?Lit og stíl samanseting?

20.30: Laura Joensen, sjónleikari, framførir ?Valentine?

20.45: Lena Andersen syngur

21.00: Hans F. Hansen, íverkseti: ?hvíl í tær sjálvum?

21.15: Dansishow

23.00: Night in Bangkok

23.30: Mótasýning

24.00: Boys in a Band enda dagin við einum braki