Vón um vending

Oddagrein:

Herfyri skrivaðu vit, at G20 fundurin London í farnu viku fór at gerast lagnufundur fyri heimin. Vit vístu á tað sama, sum pressan yvirhøvur, nevniliga, at komu eingi úrslit burturúr G20 fundinum, so var lítil vón um, at skeiva búskaparliga gongdin í heiminum kundi vendast til tað betra.

 

G20 eydnaðist betur enn nakar hevði torað at vóna. Luttakararnir samdust um at loysa fíggjarligu trupulleikarnar í felag heldur enn hvør sær. Henda avgerð skal forða fyri proteksjonistiskum loysnum, ið heldur vaksa enn minka um kreppuna. Hartil samdust luttakararnir um at styrkja altjóða stovnar, ið virka fyri búskaparligum samstarvi og menning. Við hesi fáa IMF og Heimsbankin nógv meira pening at arbeiða við, og hevur hetta sera stóran týdning fyri eitt nú menningarlondini, ið bóru ótta fyri at verða við sviðið soð á G20 fundinum. Við sera góða úrslitinum eru karmarnir fingnir til vega og eftir stendur at fylla hesar karmar og at troyta teir nýggju møguleikar, sum seinasti G20 fundur gevur heiminum.

 

Tað er breið semja í heimspressuni um, at nýggi amerikanski forestin Obama meira enn nakar eigur heiðurin fyri sera góða úrslitið á Londonfundinum. Tað eydnaðist Obama at sameina tey mongu ymisku áhugamálini, og tað eydnaðist honum at fáa luttakararnar, serstakliga Frakland og Kina, at skilja, at heimurin í dag allur er ein búskapur, og at trupulleikarnir ikki kunnu loysast við búskaparpolitiskum sjálvdrátti men bert við samstarvi, við felags átøkum og felags ábyrgd. Flestu eygleiðarar eru samdir um, at nú eru allar fortreytir til staðar til tess, at heimurin skal kunna sleppa heilskapaður úr hesi álvarsomu fíggjar- og búskaparkreppu, men tilgongdin verður drúgv.

 

Eftir G20 fundin í London er Obama farin á ferð og hevur hann vitjað í Strasbourg, Prag og í Turkíinum. Vitjanin í Strasbourg skuldi signalera nýggjan amerikanskan áhuga fyri Europa og NATO. Vitjanin í Prag var ein viðurkenning av tí týdningi, sum floyalskolveltingin hevði fyri fólkaræðið, og vitjanin í Turkíinum skal prógva, at Obama veruliga rættir muslimska heiminum hondina. Ferðin hevur stóran áhuga og serstakliga almenna røða Obamas í Prag fyrradagin hevur vakt miklan ans. Endamálið við røðuni tykist vera at siga heiminum frá einum heilt nýggjum uttanríkispolitikki á einum heilt nýggjum ideologiskum og heimspekiligum støði. Kjarnan í boðskapi Obamas á almenna fundinum í Prag var hendan: Higartil hevur uttanríkispolitikkur USA verða grundaður á tað, sum skilir – nú skal hesin politikkur framyvir grundast á alt tað, sum sameinar. Her er veruliga er hent eitt skifti. Frá at síggja heimin mannaðan við fíggindum og yvirgangskroppum skulu vit nú venja okkum til at síggja ein heim, har allar tjóðir hava felags áhugamál. Hesi mál snúgva seg um frið, niðurdubbing serstakliga við atliti at kjarnorkuvápnum, veðurlagsbroytingar og vælferð eisini fyri tær tjóðir, ið eru fyri vanbýti. Her tykist veruliga vera vón um jaliga vending á at kalla øllum økjum.