Men í Rúsdrekkasøluni vóna tey at fáa Restorff's øl aftur á hillarnar.
– Tað, sum ikki hevur verið nøktandi er, at vit ikki altíð fingu vøruna, vit bóðu um og at fakturi ikki altíð var latin saman við vøruni, sigur Elsa Maria Holm Olsen, stjóri. Við øðrum orðum er talan um leverings- og fakturatrupulleikar.
Hon slær tó fast, at tað loysti seg hjá teimum at selja Restorff's øl.
- So leingi eftirspurningur er eftir eini vøru, so loysir tað seg hjá okkum
at selja hana, sigur Elsa Maria Holm Olsen. Samstundis ásannar hon, at sølan av júst hesum øli er lutfalsliga minkað seinnu árini, men hon vísir tó
á, at tað framvegis eru fólk, sum spyrja eftir øli frá Restorff's.
Elsa Maria Holm Olsen sigur seg hava skilt, at ávísir trupulleikar hava verið, sum einki hava við bryggjaríið at gera, ið hevur verið orsøk til nevndu trupulleikar og at tey hava forstáilsi fyri hesum.
- Og vit vóna, at Restorff’s framhaldandi kemur at standa á okkara hillum, sigur altso stjórin í Rúsdrekkasøluni.