Sauer-Danfoss, sum umfatar ein triðing av Danfoss-samtakinum, fekk eitt nógv verri úrslit fyri annan ársfjórðing, enn leiðslan roknaði við fyri bert fáum mánaðum síðani.
Bíleggingarnar minkaðu heili 73% í mun til sama ársfjórðing í fjør, sigur fyritøkan í einari fráboðan til børsin í New York.
Í fráboðanini verður sagt, at umsetningurin er farin niður um helvtina í øðrum ársfjórðingi í ár. Sven Ruder, forstjóri, sigur, úrslitið av altjóða niðurgongdini er verri, enn leiðslan roknaði við fyri bert trimum mánaðum síðani.
Tí fara vit at seta fleiri tiltøk í verk fyri at minka um útreiðslurnar. Vit kunu ikki við vissu siga, um vit eru komin á botn, sigur Sven Ruder.
Einki verður sagt um, hvørt tiltøkini koma at kosta arbeiðspláss.
Sauer-Danfoss hevur 9800 starvsfólk á fabrikkum í 22 londum, harav 2700 í Danmark, skrivar Børsen.