Anders Matthesen, sum eisini gongur undir navninum Anden, hevur fyri kortum givið sína næstu fløgu út. Henda ber heitið Villa Peakstate og hevur fingið rættiliga vánaliga móttøku millum danskar ummælarar.
Heimasíðan hjá DR hevur savnað saman nakað av tí ummælararnir hjá Politiken, Information, Ekstra Bladet, Urban og BT hava at siga um fløguna.
Síðstnevnda blað er tað einasta, ið hevur stórvegis gott at bera fløguni og fær hon fýra av seks møguligum stjørnum.
Hini nevndu bløðini eru ikki serliga hugtikin av Villa Peakstate.
»Rappe, det kan manden altså ikke (...) Ud over de pinligt dårlige tekster og de ringe rapper-evner emmer hele pladen af en sjælden umusikalitet bakket op af de primitive produktioner«, skrivar Politiken millum annað og gevur Anders Matthesen ein stjørnu út av seks møguligum.
Hini bløðini eru lítið blíðari og fær hann millum eina og tríggjar stjørnur frá teimum. Hetta er ikki júst tey skotsmál, Anders Matthesen plagar at fáa. Seinasta stand-up show hansara, Anden vender tilbage, sum hann eisini vitjaði við í Føroyum í fjør, fekk sera góða móttøku og tað sama hevur verið galdandi fyri flestu av framleiðslum hansara.