Kemur eitt oljutangaskip í havsneyð í Barentshavinum, og neyðugt verður at pumpa oljuna úr tí, eru norsku tilbúgvingarmyndugleikarnir illa fyrireikaðir. Tað heldur deildarleiðarin fyri tilbúgvingini í Norðurnoregi.
Hetta er annars beint tað øvugta av tí, sum Svein Ludvigsen, fiskimálaráðharri, segði fyri stuttum. Hann vísti á, at tilbúgvingin í Norðurnoregi hevði fingið eitt hjálparskip afturat, so nú vóru viðurskiftini í lagi. Men sambært deildarleiðaranum, Johan Marius Ly, er tann nýggja útgerðin bara egnað til at pumpa viðgjørda ráolju og ikki ráolju úr einum av teimum stóru tangaskipunum, sum regluliga sigla fram við norðurnorsku strondini.
Umleið 60 prosent av oljuni, sum verður flutt hendanvegin, er ráolja, og tí er tilbúgvingin á ongan hátt nøktandi, sigur Johan Marius Ly við norska útvarpið. Kemur eitt tangaskip við ráolju í havsneyð, og oljan skal pumpast úr tí, er neyðugt at fáa egnaða útgerð úr Bodø, og tað tekur alt ov langa tíð, sigur hann.