Planet.fo hevur spurt trý ung fólk, hvussu teirra vánaligasti mussur var, og hví hann var so vánaligur.
Eva Maria,
Mín ringasti mussur var nokk í Envy í Keypmannahavn. Tað var ein av teimum dreingjunum, sum hava brúkt helvitina av sínum lívi undir sólini og allan sín studning upp á klæðir, blingbling og gele. Eg var uber-skidens, og vit mussaðust. Sjálvt um eg var berúsað, føldi eg alíkavæl tyrluna inni í munninum hjá mær, og tá eg kom inn á vesi, sá eg, at líktist einari klovn. Tað er dresscode í Envy, so eg hevði sminkað mær mega nógv, og eg hevði ein hvítan ring rundan um munnin, tí at hann hevði slikkað meg um alt andlitið. Tað var sørenme mín ringasti mussur!
Fríðrikur,
Tann ringasti mussurin, eg havi fingið, var fyri umleið einum ári síðani. Eg var inni í einari barr í Havn, tá eg møtti einari gentu. Tá vit høvdu tosað saman eina løtu, fóru vit at mussast. Hon hevði tíverri misskilt okkurt, og í staðin fyri at massera tunguna inni í munninum, valdi hon at trýsta tunguna niður í hálsin á mær, sum ætlaði hon at kvala meg. Tað var so óbehagiligt, at eg ikki mussaði hana aftur restina av kvøldinum og vendi høvdinum undan henni.
Hjørtur,
Eg hevði eina góða kenning fyri ikki at siga, at eg var skít. Eg fór inn í eitt dansistað og møtti einari gentu, sum eg dansaði við gjøgnum kvøldið. Síðan varð dansað eitt sindur nærri, og tá mussurin kom, fekk eg eitt sjokk! Tungan varð líka ivrig og forvirrað sum ein toskur á einum skipsdekki.Eg var um at fáa sjóverk. Um eg hevði fingið ein sjuss aftur at, hevði eg spýð av mussinum. Tað var ikki til at fylgja við hasari tunguni.