Vánaligt eftirlit við grøddum krabbasjúklingum

Eftirlitið við fyrrverandi krabbasjúklingum er alt ov vánaligt í Danmark. Tað vísir ein nýggj kanning, sum Janne Lehman Knudsen í Kræftens Bekæmpelse, hevur staðið fyri. Tá fólk hava vunnið bardagan móti krabbaum, koma ofta fleiri ár við regluligum eftirliti.

Men sambært hesi nýggju kanningini,sum er gjørd millum fólk, sum hava yvirlivað krabba, er uppfylgjandi eftirlitið ikki nóg gott.

Sjúklingar eru ivasamir um góðskuna av kanningunum; tey halda seg ikki fáa nóg góða kunning um tekinini til, at krabbin kemur aftur, og tey halda ikki, at heilsuverkið hevur nóg gott innlit í teir mongu sálarligu og sosialu trupulleikarnar, sum koma í kjalarvørrinum av krabbameininum.

Sjúklingarnir eru fyrst og fremst bangnir um, hvørt krabbasjúkan kemur aftur. Og tá viðgerðin er liðug, hava tey í stóran mun eisni tørv á stuðli til sálarligu og sosialu trupulleikarnar av sjúkuni. Og tað hevur sjúkueftirlitið als ikki fyri eygað, sigur Janne Lehmann Knudsen í Kræftens Bekæmpelse.

Kanningin er gjørd millum 900 fyrrverandi krabbasjúklingar, sum hava 22 ymsik sløg av krabbameini. Bert ein triðingur av sjúklingunum søgdu seg hava frætt um tekini til, at krabbin blussar upp aftur, og hvat tey skuldu gera, um tey høvdu illgruna um hetta.

Hvørt ár fáa 29.000 danir krabbamein. 59% av kvinnunum og 48% av monnunum hava lítið ella einki álit á, at tey verða nóg væl kannað til eftirlitini.

Í 2008 vóru 219 krabbameinstilburðir staðfestir í Føroyum. Fleiri av føroysku sjúklingunum verða viðgjørd og ganga til eftirlit í Danmark.