Anderlecht - Bayern München 0-5
Fiorentina - Everton 2-0
Marseille - Zenit Skt. Pætursborg 3-1
Bolton - Sporting Lissabon 1-1
Glasgow Rangers - Werder Bremen 2-0
Leverkusen - HSV Hamburg 1-0
Tottenham - PSV Eindhoven 0-1
Benfica - Getafe 1-2
Einasta bretska liðið, sum stendur við góðum kortum í hondini eru Glasgow Rangers, sum vunnu 2-0 á Werder Bremen við málum hjá Cousin og Davis. Bolton legði seg á odda í 25. minutti, men í 70. minutti mistu teir fyrimunin. Tottenham kom afturum 0-1 í 34. minutti, og var tað Farfar sum skoraði fyri PSV, og tað eydnaðist PSV at halda útgangsstøðið. Tað sá veruliga gott út hjá Michael Laudrup og Getafe, sum førdu 2-0 til 76. minutt við málum, sum Red og Fernandez skoraðu, men ein 2-1 sigur á útivølli er kortini eitt framúr gott úrslit. Tað sá gott út hjá Everton leingi, men Fiorentina skoraði tvey mál síðstu 20 minuttirnar. Kuzmanivic og Montolivo skoraðu fyri Fiorentina. Bayern knústi Anderlecht á útivølli við heili 5-0. Anderlecht mátti leika allan 2. hálvleik við 10 monnum. Altintop, Toni, Podolski, Klose og Ribery skoraðu fyri Bayern. Marseille førdi 3-0 eftir 54 minuttir, men Zenit fekk eitt sera týdningarmikið útivallarmál í 82. minutti. Leverkusen skoraði í 77. minutti ímóti Hamburg, og hava nú eitt rímiligt útgangsstøðið til returdystin í Hamburg. Gekas skoraði fyri Leverkusen.