Vánaligt ár hjá ÍF

Fótbóltur: Bartal Eliassen hjá ÍF sigur, at fuglfirðingar undan dystinum leygardagin kendu seg tryggar um sessin í bestu deildini

Tað er neyvan nakað yvir at dylja, at ÍF hevði sett sær størri mál, enn at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, tá farið var undir kappingarárið. Bartal Eliassen sigur, at teir í ár hava spælt alt ov nógvar javnleikir og hava bert vunnið tann eina dystin. Hvat orsøkin til hetta er, er ilt at siga, men millum annað nevnir Bartal, at teir hava havt alt ov lítlan hóp og harvið ov lítla kapping um plássini.

Skaðar kunnu ikki brúkast sum umbering, tí at teimum eru fuglfirðingar nærum slopnir undan í ár, burtursæð frá her í sjálvum endanum av kappingarárinum.

Áðrenn dystin leygardagin var møguleikin til staðar, at fuglfirðingar fóru at enda á næstaftasta plássi í 1. deild, um sumbingar vunnu á klaksvíkingum. Hetta hevði ført við sær, at ÍF noyddist at spæla móti leirvíkingum fyri at sleppa undan niðurflyting.

Bartal Eliassen sigur, at teir hava als ikki verið bangnir fyri hesum, og at hetta sást aftur í dystinum leygardagin, eins og tað hevur sæst aftur í venjingini seinastu vikuna, har menn hava verið sera slappir.

Sterki verjuleikarin hjá ÍF, sum var leikbannaður til dystin móti HB leygardagin, sigur, at eftir hansara metan er eingin ivi um, at HB er klárt besta liðið í landinum í løtuni.

Spurdur um, hvar hann spælir komandi kappingarár, sigur Bartal Eliassen, at hann onga avgerð hevur tikið enn, og at hann helst ikki tekur nakra avgerð fyrr enn í komandi ári. Bartal gongur í skúla og býr í Havn.