Farna samgonga hevði í fíggjarlógaruppskoti sett pengar av til samskipara til arbeiðsbólk, sum skal gera eina heildarætlan fyri krabbameinsviðgerð í Føroyum Í komandi viku verður fíggjarlógin løgd fram fyri Løgtingið. Og spenningur er um, hvussu pengarnir verða býttir út.
Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabbameini sigur seg vóna, at ætlaða krabbameinsætlanin hjá farnu samgongu verður raðfest og pengar settir av til ein skrivara/samskipara, ið burturav verður knýttur at hesum arbeiði.
- Sami landsstýrismaður hevur ábyrgd fyri heilsumálum, so vónandi verður sami tekstur á fíggjarlógini hjá nýggju samgongu, sigur Jákup N. Olsen.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, avgjørdi undir seinastu samgongu, at ein arbeiðsbólkur skal gera krabbameinsætlan fyri Føroyar
Ætlanin skal í høvuðsheitum lýsa, hvussu fyribyrging, diagnostikkur, kanning, viðgerð, rehabilitering og tann palliativi (linnandi) stuðulin skulu skipast.
Yvirskipaðu rættindini hjá sjúklingunum í viðgerðargongdini, eins og skyldan hjá heilsuverkinum at veita áløgdu tænastuna sambært yvirskipaðu krabbameinsætlanini, skal við hesum gerast meira týðilig.
Ætlanin var at arbeiðsbólkurin skuldi fara í gongd í desember 2007 og verða liðugur við sítt arbeiði 1. oktober 2008. Men av tí at val varð útskrivað, kom stegður í, og nú vónar formaðurin í Føroya Felag Móti Krabbameini, at ætlanin fer at síggjast aftur í nýggju fíggjarlógini.