Í dag bórust tíðindini, at A-landsliðið hjá monnum í hondbólti sleppur ikki at spæla sína heimadystir í Føroyum í hesum umfarinum. Fríggjadagin fekk Hondbóltssamband Føroya endaligu boðini frá evropeiska hondbóltssambandinum EHF, har víst varð á, at Marghøllin í Vági heldur ikki verður góðkend til landsdystirnar.
Í staðin verða heimadystirnir spældi í Skjern Bank Arena. HSF hevur frammanundan gott samstarv við Skjern og tí var upplagt, at tað gjørdist heimavøllurin, hóast aðrir møguleikar eisini vórðu kannaðir, upplýsir Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, ið vónar, at tað fer eydnast at fylla tey 3.500 áskoðaraplássini í høllini, hóast dystirnir verða spældir í Danmark.
Forkvinnan í Hondbóltssambandinum vónar nú, at avgerðin hjá EHF verður tað, ið skumpar undir, at ein altjóða høll kann fáast til vega í Føroyum.
- Sjálvandi mugu vit hava eina høll, ið vit kunna spæla okkara landsdystir í. Tað ganga vit eisini út frá er eitt ynski hjá okkum politikarum, sigur Gunn Ellefsen og leggur afturat.
- Men nú hava vit tað svart upp á hvítt, at tað ikki ber til at spæla í nakrari høll í Føroyum og vit merkja avleiðingarnar av tí, nú vit muga leita til Danmarkar fyri at spæla. Eg ivist ikki í, at tað fer at motverar fólk til at fara undir at gera eina høll, so at vit kunna spæla hesar dystirnar í Føroyum.
Forkvinnan metir, at uppgávan hjá Hondbóltssambandinum er nú at fáa í lag okkurt slag av samstarvi við kommunur og landið, so at man fær bygt høllina, ið er neyðug fyri føroyskan hondbólt.
- Okkara uppgáva er at lýsa tørvin og møguleikarnar, so at vit kunna royna at fáa kommunur og land at ganga saman til eina verkætlan. Fyri okkum er ikki altavgerandi, at ein høll liggur í Havn, men í samband við landsliðsvenjingar og samlingar, tá t.d. suðuroyingar eru við, so er tað mest praktiskt, at tað er í Havn, sigur forkvinnan.
Tað er kanska ikki heilt ómøguligt, tí fleiri politikarar hava úttalað seg um málið og serliga kommunupolitikarar hava víst ein áhuga fyri at byggja marghøllir, ið millum annað kunnu hýsa altjóða dystum hjá hondbóltslandsliðnum. Men frá landspolitiskari síðu er áhugin ikki eins stórur.
- Borgarstjórin í Havn hevur sagt, at man ynskir eina marghøll í Havn og aðrir borgarstjórar hava eisini nevnt, at teir vilja hava eina marghøll í teirra kommunum. Men áðrenn summarfrítíðina vóru vit á fundi við Mentamálaráðið, tí vit vildu hava greiða frá teimum, um tey yvirhøvur meintu seg hava ábyrgd av at syrgja fyri, at hesa tingini komu í ordan. Tað var óansæð um tey rindaðu gildið, greiðir Gunn Ellefsen frá og leggur afturat.
- Núverandi landsstýriskvinnan í mentamálum er øgiliga greið um, at hon heldur ikki, at tað er uppgávan hjá landinum at syrgja fyri, at vit hava altjóða hallir at spæla okkara landsdystir í. Tað undrar meg øgiliga nógv og eg veit heldur ikki, um hennara samstarvsfelagar eru samdir við henni í tí, sigur Gunn Ellefsen.
Hóast avgerðin hjá evropeiska hondbóltssambandinum EHF er ein dyggur smeitur fyri føroyskan hondbólt, so er forkvinnan í Hondbóltssambandinum enn bjartskygd. Hon vísir á, at føroyskur hondbóltur hevur ment seg nógv seinnu árini og at áhugin millum føroyingar fyri hondbólti er støðugt vaksandi. Tí væntar hon, at tað verður bara ein spurningur um tíð, áðrenn altjóða høllin verður veruleiki.
- Eg vænti ikki, at tað verður leingi, áðrenn trýstið verður so stórt, at man einki annað val hevur. Tá hevði bara verið gott, um man hevði kunna langt tað so væl til rættis, at man fekk aðrar ítróttagreinar við, tí tað eru nógvar aðrar, ið heldur ikki hava góðkendar umstøður, sigur Gunn Ellefsen.